Vit vilja bara senda tykkum eina heilsan. Vit eru ótrúliga glaðar fyri at hava tykkum til grannar. Síðan vit vóru heilt lítlar hava vit elska at runnið niðan til tykkum, og tit eru altíð líka blíð, tá vit koma niðan.
Omman tú er ógvuliga røsk at hjálpa til í handlinum, dámar eisini ógvuliga
væl at ferðast og er uttanlanda so at siga hvørt ár, og er eisini næstan
hvørt ár á Zarepta og hjálpir til.
Abbin tú hevur eisini nokk at gera, ansar eftur seyðinum, hønunum og hinum
djórunum! Hevur eisini ein garð at passa! Tær dámar gott at koyra biltúr, fer
ørindur við vininum, sum ikki hava bil osv. Og so eisini ofta ein biltúr í
hagan at hyggja eftur seyðinum.
Í páskaferiuni vóru tit í Danlandi við tveimum av teimum ynsktu
syskinabørninum. Tit hava verið tvær ferðir í Noregi, fyrstu ferð vóru Poul
Eli og Mariann við og aðru ferð vóru Malan og Rakul við.
Í ár var so onnur ferðin tit vóru í Danmørk, fyrstu ferð vóru Fróði og
Elisabeth við, og nú vóru Súsanna og Anna. So øll syskinabørnini hava verið
uttanlanda við tykkum uttan lítli John, sum bert er eitt ára gamal.
Hesar ferðirnar hava verið ógvuliga stuttligar, og eru ferðir sum vit aldrin
fara at gloyma. :) Altíð tá vit eru saman við tykkum sita vit og flenna,
hava altíð okkurt skeg at flenna eftur.
Eitt tað stuttligasta sum vit hava uppliva saman við tykkum var tá Fróði og
Rakul fóru at vaska kettuna hjá abbanum við Vim, tí tey hildu at hon var so
skitin. Eftir tað rýmdi hon og kom ikki aftur.
Tit bæði eru altíð klár,
at hjálpa til at lekja sár,
vit altíð glað at tykkum sjá,
og vit øll somul vinka tá.
Til síðst vilja vit takka fyri alt sum tit eru fyri okkum, Anna og Súsanna
takka fyri ein góðan túr.
Vit elska tykkum, Mariann, Rakul og Anna Mikkjalsdóttir!