Langafríggjadag, tann 22-04-2011, hava hjúnini Árni og Kristina Joensen, Sørvágur, gullbrúdleyp.
Tey møttust sum ung, eitt vakurt summarkvøld, í dansistovuni Gleimi í Miðvági.
Pápi gekk á maskinmeistaraskúla í Danmark, og hann var komin upp í summarferiu.
Tey gjørdust góð, blivu trúlovað og giftust tvey ár seinni, tann 22-04-1961, í Sørvágs kirkju.
Mamma var úr Miðvági, dóttir Hjalgrím og Hannu Johannesen, uppfostrað uppi í Húsi, hjá Paulusi og Jóhannu Johansen.
Pápi var sørvingur, sonur Enok og Jenny Joensen, uppvaksin hjá Juliu og Jóannes Joensen.
Brúdleypið var eftir gomlum siði stórt vælkomstbrúdleyp, har øll í bygdini vóru vælkomin.
Brúdleypið var sera gott og væleydnað. Gott veður, góður matur og nógv fólk.
Døgurðin var á loftinum í gamla elverkinum, og aftaná var boðið til kaffi heima hjá foreldrunum hjá pápa, og seinni var so dansur í gomlu dansistovuni, har brúðarvísan var kvøðin, og so aftaná enskur dansur.
Ella Joensen, sum dugdi sera væl at matgera, var høvuðskokkur. Høvuðskokkurin gjørdi døgurðan og stílaði fyri matgerðini annars, t.v.s. bað fólk at baka, roknaði út, hvussu nógv skuldi vera av hvørjum o.s.fr. Kaffikokkur var Katrina í Beiti, sum var tiltikin fyri at duga væl og kóka kaffi.
Nógv fólk hjálptu til og hjálpin var ókeypis.
Nakrar dagar eftir brúdleypið fór pápi avstað við Jóannes Fonsdal, og mamma var og helt hús hjá verforeldrunum. Sum vanligt var tá í tíðini, varð mamma inngift, t.v.s. flutti inn til verforeldrini at búgva eftir giftarmálið.
Mamma dugdi sera væl alt húsligt arbeiði, tí hon fór longu sum 14 ára gomul til Havnar at tæna. Hon var somuleiðis ógvuliga handalig, og dugdi sera væl at sniðgeva og tilvirka pløgg til børnini. Troyggjurnar, sum hon bant vóru avbera vakrar og snøggar.
Tá í tíðini varð alt bundið, tí vanligt var ikki, at klæðir fingust til keyps.
Mamma og pápi fingu fýra børn: Jónvá í 1961, Paula í 1962, Hallu í 1969 og Anniku í 1979.
Pápi var nógv burtur, og ofta vóru túrarnir langir. Onkur upp í hálvt ár. Vit saknaðu hann nógv, meðan hann var til skips.
Seinni, tá ið hann var farin at sigla við Vesturvón, var ofta farið niður til Englands at selja fiskin. Mamma og vit børn plagdu tá ofta at vera við, og vóru hetta ógloymandi túrar fyri alla familjuna. Túrar, sum vit minnast afturá við gleði og takksemi.
Mamma hevur altíð trivist sera væl í Sørvági. Nógvar av vinkonum hennara úr Miðvági, giftust eisini til Sørvágs, so hon kendi seg heima har frá fyrsta degi.
Niðri í Stretinum var gott, trygt og fjálgt at búgva. Fólkini har um leiðir vóru sera fitt og vinalig, og nógv stukku inn á gólvið til ein drekkamun. Tíðin har niðri var eisini fyri okkum børn eyðkend av tryggleika og hugna. Altíð nógv børn at spæla við, og vit høvdu eina mammu, sum altíð var heima hjá okkum.
Mamma og pápi hava altíð verið sera góð, og hava altíð dugað væl at hugnað sær saman. Tey elska bæði náttúruna og ofta hava tey verið við okkum børnum í haganum, har vit sluppu at spæla og sóla okkum.
Mangar góðar túrar hava mamma og pápi verið á Fjallavatni og Húsadalshálsi, sum eru teirra yndisstøð.
Pápi er sera kønur innan staðanøvn.
Abbi hansara, Rasmus í Tøðuni, var hagamaður, og ofta slapp hann við honum til fjals at hyggja eftir seyði.
Hesa vitan um fjøll, bø og haga og tokka til náttúruna, sum abbi hansara gav honum, hava vit stóra gleði av, tí tað er sera áhugavert at hoyra pápa greiða frá um hesi viðurskifti. Og alskin til náttúruna hevur hann givið víðari til okkum børn.
Mamma og pápi hava verið gift eitt langt tíðarskeið, í 50 ár. Hetta tíðarskeið hevur verið merkt av bæði við- og mótgongd. Mamma hevur verið nógv sjúk, og hevur hetta sjálvandi verið til stóran bága bæði fyri hana og familjuna. Pápi hevur verið sera góður við mammu, og henni ein trúgvur stuðul, eins og hon var honum ein trúgvur stuðul, meðan hann sigldi.
Tey hava stuðlað hvørjum øðrum í bæði við- og mótgongd. Hetta er eitt eyðkenni fyri inniligan og sannan kærleika. Teirra hjúnarlag ber boð um, at kærleikans bond eru sera sterk, og at kærleikin ber av øllum.
Góðu mamma og pápi, hjartaliga tillukku á gullbrúdleypsdegnum, og vónandi fáa tit ein góðan og hugnaligan dag saman við familjuni.
-------
Kærar heilsur Jónvá.