Tað vóru ikki nøkur løtt boð at fáa, tá ið Signar, sum er yngst av trimum børnum hjá systi, segði at mamma hansara var farin heim til tann stað, har vit øll bíða eftir. Sigrid bleiv einans 65 ára gomul.
Hon flutti til Havnar sum ung, nam sær útbúgving og arbeiddi sum læknaskrivari í 28 ár á Landssjúkrahúsinum. Síðan flutti hon til Danmarkar, har hon og Brandur búðu í 3 ár. Tey komu síðan heim aftur til Føroyar og vóru her í nøkur ár, til tey gjørdu av at flyta til Íslands.
Sigrid eigur ein son, sum hevur búð í Íslandi í mong ár og arbeiðir sum maskinverkførari. Yngri beiggi hansara, sum eisini er maskinverkførari, býr í Havn. Elst av teimum er Ingun, sum hevur læraraútbúgving.
Til tykkum, ið eftir sita í hesi syrgiligu løtu, vil eg at Harrin gevur tykkum styrki til at liva víðari. Eg vil hervið lýsa frið yvir mína elskaðu systir.
Fuglafjørður 31. august
Heilsan Tórhallur