Til mína elskaðu ommu

   

Fyrst vil eg siga tær takk fyri, at tú bíðaði við at fara til Harran, til eftir vit vóru komin upp at vitja teg í heyst, tá tú vart blivin so sera sjúk. Tá vit vóru heima í summar, vart tú nakað veikari enn tú plagdi, men tað vardi meg ikki, at tú skuldi blíva tikin heim so skjótt.
Omma góða, eg eigi nógv góð minnir um teg, ið eru góð at hava, sjálvt um eg nógv heldur vildi, at tú enn vart ímillum okkum.
Nú stendur tú ikki í vindeyganum har uppi, tá man fer avstað ella kemur aftur. Tú hevur altíð verið sera trúføst at fylgt við, hvat vit hava tykist við.
Hóast eg havi búð í Danmark tey seinastu 5 árini, hevur sambandið okkara millum verið gott. Tú vart tann trúfastasta av okkum at ringja. Um vit júst høvdu verið heima, ringdi tú oftari, tí tú saknaði okkum. Og var tað stutt tíð til vit komu heim, ringdi tú eisini oftari, tí tú gleddi teg at síggja okkum aftur.
Tað er so nógv eg kann taka fram um teg góða omma, so eg vil at avmarka meg.
Røsk vart tú til hendurnar, bæði at binda og seyma, og nógv eru pløggini, tú hevur bundið og seyma uppá okkum ommubørnini, møguliga serliga meg, tí eg var tann fyrsta ommudótturin. Eisini havi eg varhugan av, at tú helt tað var serliga spennandi at seyma diddiklæðir, so tað nýtti eg bara gott av, tí eg var einasta ommudótturin í 6 ár.
Eftir at vit hava fingið Christinu, tók eg, tá vit komu heim at ferðast, øll tey klæðini hon hevði fingið, síðani vit seinast vóru heima. Hetta mest, tí at eg visti, at tær dámdi væl at síggja nýggj klæðir, eins og tær dámdi væl at børn vóru pent ílætin.
Eisini dámdi tær væl at royna nýggjar matuppskriftir. Tey seinastu árini gjørdi tú ikki so nógv við at baka sjálv. Men tú visti, at eg hevði hug til tað, so fanst tú onkra spennandi uppskrift, spurdi tú, um eg ikki skuldi royna hesa. Tá kakan so var bakað ella døgurðin gjørdur, ringdu vit niðan fyri at vita, um tú ikki hevði hug at koma oman at smakka ? og sjálvandi hevði tú tað.
Altíð hevði tú góðan hug at koma við í bilin, um eg fór onkrastaðni. Serliga var tað, tá leiðin gekk til Havnar, tí so kundi tú vitja Malfrid ommididd ella fastur og dreingirnar, ímeðan eg gjørdi ørindir.
Tú hevur eisini fleiri ferðir verið við eftir okkum, tá vit eru komin heim í feriu. Ja, tú offraði teg, sjálvt um heilsan hjá tær hevði betri av, at tú hvíldi teg.
Tín 85 ára føðingardag, høvdu vit stóra gleði at halda saman við tær, tá tú og babba komu til Keypmannahavnar at vitja okkum. Tú hevði ikki mót uppá at halda nakran føðingardag, so eg haldi, at tað var óført, at tú hættaði tær at koma til Kepmannahavnar, sjálvt um tú mangan hevði sagt, at tú ongantíð ætlaði tær aftur á flog við tín góða vilja ? man hevur eina meining inntil man hevur fingið eina aðra.
Hetta eru alt upplivingar, sum fáa meg at hugsa, hvussu nógv eg sakni teg.
Omma, tú hevur altíð verið har fyri meg. Eg havi kunna deilt bæði sorgir og gleðir við tær, tú hevur styðja meg og vegleitt meg. Takk fyri tað. Tín verimáti, hevur lært meg nógv.
Tað var ikki leingi, at tú fekk loyvi at hoyra, at Christina dugir at siga "langomma". Mítt ynski hevði verið, at hon kom at uppliva teg longri, men soleiðis vildi ikki til. Nú fer hon bert at minnast teg á tann hátt, sum vit koma at fortelja henni um teg. Tað er nógv gott at fortelja, so hon vil eisini fáa eitt positivt minni um teg góða omma.
Saknurin er stórur, men tað er trygt at vita, at tú ert komin til ein betri stað, har ongin pína er. So eg vil ikki siga tær farvæl við hesum, men heldur »vit síggjast«.
??????????

Súsanna