Við hesum fáu orðum vil eg siga tøkk til tín, omma, fyri tann tú vart.
Tú vart ikki bert ein omma fyri meg. Tú vart ein mamma, omma og mín allarbesta vinkona. Tann kærleika, ið tú gav, kann ikki greiðast frá. Tað má ein hava upplivað. Tú vart ikki ein kvinna, sum hoyrdist í fjøldini, men tá tú so hevði nakað uppá hjarta, gav tað okkum nakað at hugsa um.
Eitt so Gudsóttandi og virðiligt lív, ið tú livdi, var ein góður vitnisburður, ið vit, sum eftir sita, hava nógv at læra av. Tað vóru bert 39 ár millum okkum báðar, og var hetta, saman við øðrum, við til at gera okkara samanhald til nakað serstakt.
Dóttir okkara, Ingibjørg, hevur eisini tey allarbestu minni um teg sum eina ommu. Teir ógloymandi fríggjadagarnir, har tit gingu ørindi, síðani ein góðan drekkamunn við álvara og gaman. Tann andaligi førningur, ið tú gav henni, er eisini ein hollur stuðul framyvir. Tú vart altíð tann, ið gav tær tíð at lurta. Altíð við tí góða, somuleiðis altíð tann omman, sum kundi skilja lívsins trupulleikar, tá alt ikki gekk ”beint fram”. Um tað var dagur ella nátt, um vit vóru langar summarferiur, ella heima, ja so kundi eg altíð ringja og fáa góð ráð, ella bara eitt skemtingarsamt prát um tær ymisku upplivingar, ið komu á leiðini.
Saknurin er stórur, nú tú ikki ert millum okkara meira, eitt tómrúm, sum eingin kann fylla út eftir teg, góða omma.
Vit eru Gudi takksom fyri, at hava havt so mong góð ár saman við tær, somuleiðis tey góðu minni, ið eftir teg liggja. Ærað veri minnið um ommu mina við eini heilsan úr 1. Tessalonikubr. 4.13
»Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru - fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga.«
Heidi