Til minnis um vinmannin góða Høgna á Borg 6.5.1970 ? 2.12.2002

Ikki vardi tað meg sunnumorgunin 1. des, 2002, at tað skuldi vera síðsti dagurin, ið vit báðir skuldu vera saman her á fold. Fyri okkum var klokkan 10 ein sunnumorgum ikki tann besta tíðin at fara undan fjaðrunum. Men nakað serligt var á vási. Klokkan 11.55 byrjaði ein fótbóltsdystur, ið vit, sum so nógv onnur, bara máttu og skuldu síggja. Vit fóru heim til felags vinmannin, Eyðfinn, ið hóast hann ikki helt við sama liði sum vit, var líka spentur sum vit vóru.
Tá ið vit komu heim til vinmannin var kaffi klárt, sjónvarpið tendrað og lagið gott, klárt var at byrja kjakið. Taktikkurin mátti leggjast, fyrimunir og vansar við hesum og hasum, mátti væl og virðiliga fáast av vegnum, áðrenn dysturin varð blástur í gongd. Fartelefonirnar hjá okkum høvdu fingið hvør sínar 100 krónur í talutíð, um tað skuldi gerast neyðugt at senda eina lítla heilsan til onkran av okkara vinmonnum, ið ikki vóru so mikið at sær komnir at halda við tíð »rætta« liðnum. Nakrar heilsanir sendu vit eisini, tí endaliga úrslitið gjørdist eisini, sum vit jú vistu frammanundan, tað at okkara lið »Man Utd« vann. Restin av degnum var meir ella minni brúktur til at »feira« úrslitið.
Undarligt er at hugsa sær, at tá ið vit skiltust á kvøldi, at vit ikki aftur skuldu skifta orð her á fold. Eisini fer tað at kennast løgið at fara í Gundadal til dystirnar hjá B36 og vita, at vit aldrin aftur skula síggja ella hoyra teg har. Orð kunna neyvan lýsa saknin, ið kennist av, at tú ikki ert ímillum okkum meira. Eg kann tó staðfesta, at B36 hevur mist ein av sínum bestu og trúgvastu viðhaldsfólkum.
Tað, at tú orsaka av vánaligum ryggi, ikki sjálvur var førur fyri at spæla fótbólt, gjørdi, at tú legði eyka nógva orku í at fylgja við lítlabeiggja tínum, Jákup, og hvussu hann kláraði seg, at tú var stoltur av honum, skal tað ikki vera nakar ivi um.
Ikki kann sigast at lagnan altíð fór so væl við tær. Fyri ikki so nógvum árum síðani fekst tú sukursjúkuna, og tú mátti leggja lívið eitt sindur um. Novo-pennurin gjørdist ein fastur partur av tínum dagligdegi, og matvanarnir máttu leggjast eitt sindur um. Hóast hettar, kláraði lagnan ikki at taka títt góða og til tíðir, ikki so lítið drilska »humør«, ið altíð var eitt gott og kærkomið krydd hjá teimum, ið til dagligt umgingust teg. Minnist tú, hvussu stór gleðin var, tá ið B36 í 97, á fyrsta sinni síðan ?62, gjørdist føroyameistarar? Ella tá vit spældu leikin »Gamla daman kemur til býin«, har vit báðir spældu tveir psykopatar, ið vóru flýggjaðir úr Sing-sing? Ella tá tú í nýggjárskabaréttini »Cabarét Óli P. Ár 2000 áveg«, spældi ein rappandi bankamaður, ið ikki vildi geva nøkrum lán? Jú, nógv eru minnini og nógvar eru løturnar góðar, ið ein kann hyggja afturá.
Heldur ikki kemur mær í hug nakran, ið kendi so nógv fólk, sum tú. Fyri mær var tað sum um at tú kendi hvørt mansbarn, ið gongur á Føroyalandi. Tað kom eisini týðiliga til sjóndar til tína jarðarferð. Full Vesturkirkja og eisini væl av fólki uttanfyri. Hugsi ofta um, hvussu nógv fólk veruliga kendu teg, sum vin og menniskja.
Okkara vinarlag hevur tó eisini staðið sínar royndir; sum tá ið vit vóru í Danmark og arbeiddu. Men hóast ósemju og trætu, vóru vinarbondini og vinakenslurnar sterkari, og vinarlag okkara hóðraði væl og virðiliga undan.
Høgni - mín elskaði vinur. Stórur er saknurin og stórt er tómrúmið, nú tú ikki er saman við okkum meira. Alt kennist so veruleikafjart og meiningsleyst. Ynski mítt skal tó vera, at tú hevur tað gott, har tú nú ert, einki minni hevur tú uppiborið. Ein er tó, ið ræður yvir øllum og veit alt. So kanska, vit, ið standa spyrjandi eftir, ein dag fáa greiðu á øllum.
Tankarnir leita eisini til tykkum avvarðandi: Guðrun, Heina, Jákup, Anniku, Annu, Marian, Boga og ikki at gloyma lítlu fittu Guðrið, ið Høgni gubbi var so góður við. Má harrin styrkja tykkum í hesum tungu døgum, nú tit hava mist tykkara elskaða: Son, beiggja, ommuson, gubba og vin, Høgna. Sagt verður, at tíðin lekir øll sár, og skal tað vera mín vón til tykkara. Men, tá ið saknurin kenst óúthaldandi, kann sálmur 23, vónandi veita tykkum ein linna.
Við hesu fáu og fátæku orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin, Høgna á Borg.

Hallur

PS: Høgni! B36 vann 2-0 á KÍ leygardagin, ikki so gali ha? Helt at eg skuldi siga tær tað ;) Vit síggjast!