um tað mundið. EFTIR okkara tykki hava vit føroyingar brúk fyri at fáa persónar valdar á fólkating, sum í størri mun virka fyri Føroyum enn fyri júst sínum egna flokki ella síni egnu ideologi. Tað er eftir [...] gjørd fyri stuttum. VIÐ seinasta fólkatingsval fingu fólkaflokkurin og sambandsflokkurin hvør sítt umboð á fólkating. Javnaðarflokkurin, sum hevur átt umboð á fólkatingi í nógv skeið, mátti lúta fyri teimum [...] viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Vit hava ikki brúk fyri føroyskum umboðum á fólkatingi, sum bara dyrka klandurið og ónøgdina. Vit hava brúk fyri fólkum, sum kunnu lyfta seg upp á eitt hægri støði og
nýval. EFTIR úttalilsum frá andstøðuni um komandi fíggjarlógaruppskot við teimum ætlaðu skerjingunum, verður nú roknað við fyri vist, at tað verður nýval. HETTA kann so gerast veruleiki longu í november [...] eitt nýval er sjálvandi ilt at meta um. Men sjálvandi er møguleiki fyri, at verandi minnilutastjórn heldur fram. Tó er eisini møguleiki fyri, at ?miðflokkaeffektin? frá Noregi ger um seg. Tvs. at flokkar í [...] í miðjuni og til høgru skipa eina minnilutastjórn. Men fyri at hetta skal lata seg gera, so mugu teir Radikalu slíta við javnaðarflokkin. Og tað er hetta, sum ilt er at meta um. TAÐ vilja altíð vera ymsar
avtoftingina frá øllum plássum, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðnum og teimum heilt stóru plássunum. TAÐ er uppá tíðina, at okkara politikarar fáa eyguni upp fyri, hvønn veruligan týdning ein góð samferðsla [...] kanska tað mest týðandi grundarlagið í heila tikið fyri at varðveita og menna hetta samfelagið. HØVUÐSSTAÐURIN og stórplássini hava stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum [...] seinastuni um støðuna hjá Strandferðsluflotanum. TAÐ sær ikki mætari út, enn at hol er við at koma á hesa fyri føroyska samfelagslikammið so týðandi meginlívæðr, samferðslunakervið sum so. NÚ er tað fyrst og fremst
búsetingunum í teimum hersettu økjunum á Vestara Áarbakka millum Ísrael og Jordan. HESI tíðindi komu stutt eftir, at amerikanski uttanríkisráðharrin við altjóða pressuna kundi siga frá teimum gleðiligu boðunum [...] gera. Um landið torir at siga Netanyahu ímóti og leggja trýst á hann fyri at steðga búsetingunum. Vit hava grund til at óttast fyri, at USA fer einki at gera, tí jødiski kapitalurin í USA er so sterkur [...] Miðeystur, og tað kann fáa avleiðingar fyri heimsfriðin. UM USA ikki fær trýst Netanyahu til at gevast við sínum búsetingarpolitikki, so fer ein so smátt at illgita USA fyri - út frá onkrum stórpolitiskum málum
ynskja øllum teimum, sum hava havt nakað við filmin at gera, hjartaliga tillukku við vón um, at filmurin fer at vekja áhuga fyri Føroyum og annars fáa týdning fyri ikki bert ferðavinnuna men fyri mentanarlívið [...] greiða okkara lesarum frá teimum, tí hetta er nakað, sum føroyingar uttan iva vilja síggja og hoyra um. TAÐ er helst eingin ivi um, at filmurin Barbara kann fáa týdning fyri Føroyar sum ferðamannaland [...] filmurin eisini vekja áhuga hjá fólki fyri Føroyum, sum tá aftur kann vera við til at knýta tættari bond millum Føroyar og onnur lond. Løgmaður og ríkisumboðsmaðurin hildu fyri í blaðnum í gjár, at møguliga kann
hevur verið og er. TAÐ hevur so sett upp nakrar møguleikar, t.d. at fara saman við komm-ununum norðan fyri ella Havnini ella lata standa til. Ein meiriluti í býráðnum tykist dáma best Havnaloysnina, men nú [...] um avmarkaða økið og møguleikarnar her. Nú verður bráddliga møguleiki at troyta eina nátúrhavn av teimum bestu og her kemur so tunnilin sera væl við. Ein kann í dag siga, at langtíðarplanlegging av inf [...] og tí økinum til fyrimunar. Og hvør veit, kanska kann slík samanlegging verða brúkt sum fyrimynd fyri aðrar kommunur í landinum.
til eitt uppskot frá løgmanni um at kunna konvertera lánspening til eginpening. UMRØDDU FFF standa fyri Fiskavirking, Fiskasøluni og Framtaksgrunninum. Fyrr vóru hetta tríggjar ymsar eindir - í dag eru [...] fyritøku. At so allar húsast í somu lon yvir við Strond í Havn sigur kanska eisini alt um hetta stóra og fyri Føroyar so týðandi samtak. Nú er lagna teirra aftur í hondunum á okkara politikarum STÓRUR spenningur [...] fer andstøðan á tingi helst at gera tað, tí eingin kann vera foreintur við, at Framtaksgrunnurin fer fyri bakka. NÚ fáa vit so eina viðgerð á tingi um málið, og enn er heilt óvist, hvat andstøðan fer at gera
síðini teir í 1962 vunnu FM-heitið. Hví gongdin hevur verið so eru ivaleyst nógvar orsøkir til, men fyri B36-fólk hevur tað kenst svárt at missa FM-heitið tætt undir landið fleiri ferðir. TAÐ ER TÍ einki [...] við nógvum liðum í landskappingini og ungdómsarbeiðið er sera gott. Felagið er av sonnum eitt av teimum stóru í landinum nú, og tað er væl og virðiliga verdugt einum FM-heitið í 1. deild, tillukku, B36
kravt av bretum, at ein ella onnur avkláring verður fingin innan eitt hálvt ár. Tvs. at vissa fæst fyri, antin málið skal loysast við víðari og møguliga samráðingum á politiskum stigi ella tað skal fara [...] ikki er ásett. Feløgini síggja helst, at tey sleppa at arbeiða í bæði tí Hvíta økinum og somuleiðis teimum umstríddu pørtunum av føroyska landgrunninum. Men tað sleppa tey ikki, soleingi marknatrætan stendur [...] stendur við. Í veruleikanum merkir henda støða, at oljufeløgini fáa ikki gjørt íløguætlanir fyri eini útbygging av øllum Atlantsmótinum. Soleingi so stórir og týðandi partar av hesum økinum eru ?forbudt zone
einstakliga prestatión. Her var eitt lið, sum spældi saman og sum spældi fyri sínum felag, fyri sínum heimplássi, sum spældi fyri Føroyum. AT tað so júst skuldu vera vestmenningar, sum framdu hetta bragd [...] hondbóltstraditiónirnar í Vestmanna saman við einum vælspælandi liði eiga æruna fyri hetta góða úrslit í Europa-cup. Fyri spælararnar hjá VÍF má tað hava verið sonn frøði at hava spælt móti hesum mætu [...] hondbóltskempunum úr Rumenia á heimavølli og har løna sínum trúgva viðhaldasfólki fyri tess álit og áhuga - við einum so einastandandi úrsliti. VÓNANDI fer hetta frálíka úrslit at kveikja nýtt lív í hondbóltin