HÓSDAGIN í næstu viku verða samráðingar í London um ásetan av undirgrundarmarki millum Føroyar og Bretland. Nú hesar samráðingar hava gingið gjøgnum so nógv ár, uttan at nakað úrslit er komið burtur úr, eru tað helst fá, sum trúgva, at nakað ítøkiligt fer at spyrjast burtur úr hesaferð heldur.
HÓAST hesa sannroynd, so er tað tó ein kanska ikki so ótýðandi broyting, at føroyingar hava kravt av bretum, at ein ella onnur avkláring verður fingin innan eitt hálvt ár. Tvs. at vissa fæst fyri, antin málið skal loysast við víðari og møguliga samráðingum á politiskum stigi ella tað skal fara til ein dómstól.
VIÐ øllum tí fyrivarni, sum eigur at vísast í slíkum máli, halda vit tó, at støðan hjá føroyingum er ikki tann ringasta. Altjóða oljuídnaðurin og har sjálvandi tann stóri bretski oljuídnaðurin fyrst og fremst hevur ikki tað rásarúm, sum hann heilt náttúrliga vil hava, tá stórar íløgur skulu gerast, soleingi markið ikki er ásett. Feløgini síggja helst, at tey sleppa at arbeiða í bæði tí Hvíta økinum og somuleiðis teimum umstríddu pørtunum av føroyska landgrunninum. Men tað sleppa tey ikki, soleingi marknatrætan stendur við.
Í veruleikanum merkir henda støða, at oljufeløgini fáa ikki gjørt íløguætlanir fyri eini útbygging av øllum Atlantsmótinum. Soleingi so stórir og týðandi partar av hesum økinum eru ?forbudt zone? eru íløguætlanir í eitt nú ein infrastruktur ein veingjaskerdur fuglur. Nettup infrastukturin er ein týðandi partur av framtíðar vinnumøguleikunum á Atlantsmótinum, men fyri at fara undir ein slíkan er tað helst neyðugt, at Hvíta økið og Føroyaøkið eru við í útbyggingarætlanunum.
HETTA veit bretska stjórnin, sum samráðist við føroyingar, frá tí trýsti, sum oljuídnaðurin leggur á hana. Við øðrum orðum er tað ein góður trumfur hjá føroyingum at vita, at bretska samráðingarnevndin er undir einum øgiligum trýsti frá tí risastóra og búskaparliga týdningarmikla oljuídnaðinum.
VIT hava so eisini sæð, at stjórnarumboð fleiri ferðir hava roynt at lætt um hetta trýst við at lyfta lokinum eitt sindur. Dømi um hetta vóru úttalilsini hjá Frazer, fyrrv. orkumálaráðharra, sum við vinnulívsfólk segði, at stjórnin prioriterar eina loysn á marknatrætuni við Føroyar, soleiðis at vinnan kann sleppa framat tí Hvíta økinum. Nýliga hevur so orkumálaráðharrin J. Battle spælt út við, at umframt tær komandi útbjóðingarrundurnar verður so eisini roynt at hava eina serstaka útbjóðing fyri Hvíta økið longu um aldarskiftið.
HVAT sigur so alt hetta okkum! Jú tað sigur okkum so mikið sum, at nú er bráddliga vent í holuni. Meðan tað fyrr vóru vit, sum høvdu mest skund at fáa eina loysn, so eru tað nú bretar, sum hava henda tørv fyrst og fremst. Bretska stjórnin kann nevniliga ikki fyrst heita á oljufeløg um at gera íløgur í leiting og útbygging og síðani leggja somu feløgum forðingar í vegin við ikki at vilja slaka í eini samráðing við føroyingar.
SOLEIÐIS sum Sosialurin heldur seg kunna skilja støðuna, so eru bretsku krøvini til eitt nú, hvørji grundlinjupunkt føroyingar kunnu brúka, so ?langt úti?, at neyvan verður talan um nakra samráðingarloysn, soleingi bretar halda uppá sítt. Eisini meta vit tað vera eitt princielt mál fyri føroyingar, at bretar sjálvir á sinni skutu upp at áseta miðlinju sum fiskimark, og at hetta tí vil vera tað heilt náttúrliga undirgrundarmarkið eisini. Okkara meting er tann, at um ikki bretar innan eitt hálvt ár veruliga vísa ein vilja til at gera eina avtalu, sum í stórum bindur teir til teirra egna uppskot á sinni um miðlinju sum fiskimark, so verður eingin avtala og verða bretar tá at sanna, at málið má fara tungu leiðina til dómstólin. Tað merkir so aftur, at bretar fáa ikki gingið oljuídnaðinum og eisini sínum egna útbjóðingar- og útbyggingarpolitikki á møti - og vit fara helst at skriva ár 2000 ella uppaftur seinni, áðrenn ein endalig avgerð verður tikin.