KAPPINGIN í ár hevur verið merkt av sterka B36-liðnum, sum er farin frá einum sigri til annan. Teir hava spælt góðan og positivan fótbólt og higartil hava teir bert einaferð tapt. Tað er eingin tilvild at so er, tí B36-liðið er mannað við slíkum spælarum, sum hvør sær kunnu nakað og sum saman skapa eina sterka eind.
Í MONG ÁR hevur tað verið nær við, men nú eydnaðist tað umsíðir. B36 hevur verið á oyðimarkarferð í 35 ár, síðini teir í 1962 vunnu FM-heitið. Hví gongdin hevur verið so eru ivaleyst nógvar orsøkir til, men fyri B36-fólk hevur tað kenst svárt at missa FM-heitið tætt undir landið fleiri ferðir.
TAÐ ER TÍ einki at siga til, at B36-fólkini hava verið varðin við at útnevna sítt lið til FM-vinnarar, áðrenn avgerðin var fallin, men tey vistu væl, at B36 í ár helst hevur havt sítt besta lið nakrantíð.
B36 HEVUR gjørt nógv við venjingina og tað sæst aftur. Teir hava vunnu teir tættu og avgerandi dystirnar her móti endanum, og tað er fult uppiborið, at teir nú kunnu krúna seg føroyameistarar. B36 er eitt stórt og vælvirkandi felag við stórum virksemi. Teir luttaka við nógvum liðum í landskappingini og ungdómsarbeiðið er sera gott. Felagið er av sonnum eitt av teimum stóru í landinum nú, og tað er væl og virðiliga verdugt einum FM-heitið í 1. deild, tillukku, B36!
Sosialurin