Bechtold hevði tað helst verið rætt at gjørt evnið lógligt - ikki bara í Niðurlondum, men í øllum Evropa. Hann vísir á, at á hvørjum ári koma ferðafólk í hópatali úr Belgia, Týsklandi og øðrum londum til Niðurlond [...] ráðharrin í nýskipanarmálum, Alexander Bechtold, hevur vakt ans, eftir at hann í einari sjónvarpssamrøðu hevur sagt, at eftir hansara tykki eigur tað at vera lógligt at brúka rúsevnið marihuana í øllum Evropa [...] Evropa. Eftir lógini er tað ikki loyvt at brúka marihuana í Niðurlondum, men fólk verða kortini hvørki tikin ella revsað, so leingi tað snýr seg um smáar nøgdir. Summar matstovur hava fingið loyvi til at
ið stendur í bilhúsi í Oyndarfirði, er eisini í góðum standi, og her sæst ikki rustblettur á. Og jú, sum vituligt er, er Jákup Frants eisini limur í felagnum Ellisakfør. Tað hevur hann verið í eini 10 ár [...] Fuglafjørður: Í góðveðrinum mánadagin sást ein rættiliga forkunnugur bilur koyra í býin - ein Volvo Amazon frá 1967. Tað er Jákup Frants Larsen sum eigur henda bilin, og sum hann ognaði sær fyri fimm árum [...] Bilurin er í góðum standi. Hann hevur bert havt ein annan eigara, og hevur einans koyrt 92.000 km. hesi sløku 40 árini. Hesa seinastu tíðina hevur hann verið til eina yvirháling hjá Bilaumvæling í Havn, og
tvey í fyrstu koyringini í Avstralia, er kappingarárið 2005 ringasta árið hjá Ferrari, síðan Michael Schumacher kom til liðið í 1996. Barrichello kom ikki á mál í Malaysia, júst sum Schumacher í Avstralia [...] kappingarárið í einum tillagaðum 2004 bili. Ætlanin var at bíða til koyringina í Immola um tvær vikur við nýggja bilinum, men orsakað av ringu úrslitinum higartil verður bilurin tikin í nýtslu nú. Hóast [...] Avstralia, og sjeyndaplássið hjá Schumacher í Malaysia, var dekan ov aftarligt fyri ein heimsmeistara. Okkurt mátti gerast skuldi heimsmeistaraheiti ikki gleppa teimum av hendi. Bæði Schumacher og Barrichello
Eins og í fjør, so tørnaðu Sumba og VB saman longu í fyrsta umfarinum av landskappingini í aðru deild, og hesaferð varð tað so Sumba, sum dróg longra stráðið. Á Krossinum megnaði heimaliðið at vinna 2-1 [...] Norbert Luczak trygt í netið til endaligu støðuna. Spælið sum so, var ikki tað heilt stóra at reypa um hjá nøkrum av liðunum, men hjá Sumba ræður fyrst og fremst um at halda lív í vónunum um uppflyting [...] stóð ofta nógv á, soleiðis sum tað ofta ger í eini grannauppgerð. Bert eitt mál kom fyri steðgin, og var tað heimaliðið, sum átti hetta, men vágbingar góvust ikki so. Tað eydnaðist teimum eisini at javna
Hann væntar ikki, at tað verða teir stóru trupulleikarnir at fáa ein nýggjan sáttmála undir land. Í øllum førum veit hann einki um, at verkføll hava verið í handilsvinnuni, síðan hann byrjaði í uttanlandssigling [...] uttanlandssigling. Onkur skip, sum ikki hava hildið sínar avtalur, eru blokerað, men Meinhard heldur, at hetta í flestu førum eru skip, sum koyra við skegginum í postkassanum. Umframt høvuðssáttmála, eru sersáttmálar [...] umstøðurnar hjá fólki í uttanlandssigling sum heild eru rímiliga góðar, og lønarlagið er góðari leið, sum hann tekur til. - Høvuðssáttmálin er galdandi í fýra ár. Einki stendur í stað, og tí sigur tað
rúmdarferjuni "Colombia" hava tey russisku Soyuz-hylkini verið álitið í flutninginum millum Jørðina og ISS. Hesaferð gekk alt væl, men so var ikki í mai, tá eitt hylki kom niður við trimum russiskum og amerikonskum [...] tímarat finna tað. Rúmdarmenninir vóru tá farnir úr hylkinum, men teir fingu ikki givið boð frá sær, tí antennan á hylkinum var brotnað í teirri hørðu lendingini. [...] Soyuz-hylkið við amerikanaranum Edward Lu, russaranum Jurij Malentsjenko og spaniumanninum Pedro Duque lendi í kasakhstansku oyðmørkini 35 kilometrar sunnan fyri býin Arkalyk. Samvært amerikonsku rúmdarumsitingini
verður ikki møguleiki at koyra út av húsinum, men hann arbeiðir í løtuni við at fáa eina skipan við taxa bilar, so teir møguliga fara at koyra út fyri seg. Spurdur, um tað ikki eru nokk av matstøðum í Havn [...] Leygarkvøldið letur enn eitt matstað upp í Havn. Matstaðið, Django, fer at halda til yvir av Sjónleikarhúsinum, har hvíta kiosk í sínari tíð var. Kári Páll Nolsøe sigur, at eftir ætlan letur staðið upp [...] er tað møguliga, men at hansara matskrá víkir frá hinum, og tí skuldi verið møguleiki at klára seg í kappingini.
Læraraskúlanum fyrr í ár, og hetta eydnaðist so væl, at tey í Unga Tjóðveldinum hava kastað seg út í konsertfyriskipan aftur. Tiltakið byrjar klokkan 18.00 leygarkvøldið og heldur á út í ta ljósu náttina [...] Sandagerði leygarkvøldið. Men hóast føroyska umsetingin av konsertheitinum er »Fríu Føroyar«, so er ikki talan um nakra kommunistiska konsert til frama fyri kollveltingina á Kuba, men hinvegin eitt tiltak [...] hetta verður felagssangur og føroyskur dansur. Tiltakið er fyri øll, siga fyrireikararnir, og tí er ikki neyðugt at hava hvørki limakort ella politiskan lit fyri at sleppa á Sandagerð at hugna sær leygarkvøldið
Rættin til umboð í meistarakappingini vann KÍ sær í fjør, tá tær gjørdust føroyameistarar, og tá tær aftur í ár gjørdust meistarar, hava tær eisini tryggjað sær hendan møguleikan komandi ár. Í Klaksvík ætla [...] KÍ-kvinnurnar við í fyrstu útgávuni av UEFA Champions League fyri kvinnulið, og hóat tað ikki eydnaðist teimum at koma víðari, so stóðu tær seg kortini betri enn føroysku mannfólkini plaga at gera í altjóða høpi [...] dystin í kappingini, sum varð hildin í Finnlandi. Tað var móti eysturríksku meistarunum, at sigurin kom til høldar, og hóast tær síðani máttu lúta fyri italsku og finsku meistarunum, so skerst ikki burtur
Citroën C3, ið kom á marknaðin í vár, er ein bilur við ótradionellum designi, ið verður lagdur til merkis í gøtumyndini. Upprunaliga høvdu designarnir Citroën 2CV í huga, tá teir fóru undir at tekna C3 [...] C3. Bilurin er lættur at koma inn í, man situr høgt við góðum útsýni. Instrumentini innan minna ikki sørt um teir gomlu Citroën GS og CX, men hesi er í nútímans smartum stíli. Bilurin er rúmiligur, hevur [...] lutfalsliga stórt viðførisrúm, 305 litrar, ið má sigast at vera stórt í hesum klassanum. Í donsku tíðindaskrivunum verður sagt, at fólk ikki kunnu rokna við, at tey kunnu fara inn til nærmasta Citroën bilhandlara