Boðskapurin er politiskur tá konsertin »Free Føroyar« verður hildin á Sandagerði leygarkvøldið. Men hóast føroyska umsetingin av konsertheitinum er »Fríu Føroyar«, so er ikki talan um nakra kommunistiska konsert til frama fyri kollveltingina á Kuba, men hinvegin eitt tiltak til frama fyri ta politisku kósina, sum hevur hugtakið »fullveldi« sum hægsta mál.
Tað er Unga Tjóðveldi hevur tikið stig til »Free Føroyar«. Eitt líknandi tiltak var á høllini á Læraraskúlanum fyrr í ár, og hetta eydnaðist so væl, at tey í Unga Tjóðveldinum hava kastað seg út í konsertfyriskipan aftur.
Tiltakið byrjar klokkan 18.00 leygarkvøldið og heldur á út í ta ljósu náttina. Fyrst verður konsert, síðan verður bál tendrað um midnáttarleitið, og Dávur Isfeldt fer at halda røðu. Eftir hetta verður felagssangur og føroyskur dansur.
Tiltakið er fyri øll, siga fyrireikararnir, og tí er ikki neyðugt at hava hvørki limakort ella politiskan lit fyri at sleppa á Sandagerð at hugna sær leygarkvøldið.