Sáttmálin í afturhond

- Eg haldi, at umstøðurnar hjá okkum í langfarasigling eru hampiliga góðar, sigur Meinhard Jacobsen

Sigling

Meinhard Jacobsen, sum er stigtakari til felagið, Mærsk-siglar, veit at siga, at høvuðssáttmálin hjá teimum, sum sigla við Mæersk, gongur út nú 1. apríl. Hann væntar ikki, at tað verða teir stóru trupulleikarnir at fáa ein nýggjan sáttmála undir land. Í øllum førum veit hann einki um, at verkføll hava verið í handilsvinnuni, síðan hann byrjaði í uttanlandssigling. Onkur skip, sum ikki hava hildið sínar avtalur, eru blokerað, men Meinhard heldur, at hetta í flestu førum eru skip, sum koyra við skegginum í postkassanum.
Umframt høvuðssáttmála, eru sersáttmálar eisini galdandi millum skip og manning.
Meinhard heldur, at umstøðurnar hjá fólki í uttanlandssigling sum heild eru rímiliga góðar, og lønarlagið er góðari leið, sum hann tekur til.
- Høvuðssáttmálin er galdandi í fýra ár. Einki stendur í stað, og tí sigur tað seg sjálvt, at gamli sáttmálin á onkrum økjum er í afturhond, nú samráðst verður um nýggjan sáttmála, sigur Meinhard Jacobsen.