Leygarkvøldið letur enn eitt matstað upp í Havn. Matstaðið, Django, fer at halda til yvir av Sjónleikarhúsinum, har hvíta kiosk í sínari tíð var. Kári Páll Nolsøe sigur, at eftir ætlan letur staðið upp leygarkvøldið klokkan 20.
Matskráin hjá Django er fjølbroytt. Møguleiki er fyri at ogna sær pita kebab, nudlir, shawarma, falaffel og innbakaðar rækjur. Django fer eisini selja vanligan grill mat. Opið verður allar vikudagar, uttan sunnudag. Latið verður klokkan 11 á morgni, og opið verður til klokkan 01 á kvøldi.
Kári Páll Nolsøe sigur, at fyri fyrst verður ikki møguleiki at koyra út av húsinum, men hann arbeiðir í løtuni við at fáa eina skipan við taxa bilar, so teir møguliga fara at koyra út fyri seg.
Spurdur, um tað ikki eru nokk av matstøðum í Havn, svarar Kári, at tað er tað møguliga, men at hansara matskrá víkir frá hinum, og tí skuldi verið møguleiki at klára seg í kappingini.