Eitt ellisakfar út í sólina

Fuglafjørður: Í góðveðrinum mánadagin sást ein rættiliga forkunnugur bilur koyra í býin - ein Volvo Amazon frá 1967.
Tað er Jákup Frants Larsen sum eigur henda bilin, og sum hann ognaði sær fyri fimm árum síðani úr Danmark.
Bilurin er í góðum standi. Hann hevur bert havt ein annan eigara, og hevur einans koyrt 92.000 km. hesi sløku 40 árini.
Hesa seinastu tíðina hevur hann verið til eina yvirháling hjá Bilaumvæling í Havn, og fyri tveimum vikum síðani var hetta arbeiðið liðugt.
Hetta er tó ikki ein bilur, sum Jákup Frants ætlar at brúka gerandisdagar, men tá sólin skínur, eins og henda góðveðursmánadagin í Fuglafirði.
Umframt henda Volvo-bilin eigur hann eisini ein 34 ára gamlan Ford Taunus, sum verfaðir hansara upprunaliga átti. Hesin bilurin, ið stendur í bilhúsi í Oyndarfirði, er eisini í góðum standi, og her sæst ikki rustblettur á.
Og jú, sum vituligt er, er Jákup Frants eisini limur í felagnum Ellisakfør. Tað hevur hann verið í eini 10 ár.