Niðurlendski ráðharrin í nýskipanarmálum, Alexander Bechtold, hevur vakt ans, eftir at hann í einari sjónvarpssamrøðu hevur sagt, at eftir hansara tykki eigur tað at vera lógligt at brúka rúsevnið marihuana í øllum Evropa.
Eftir lógini er tað ikki loyvt at brúka marihuana í Niðurlondum, men fólk verða kortini hvørki tikin ella revsað, so leingi tað snýr seg um smáar nøgdir. Summar matstovur hava fingið loyvi til at selja evnið, men tann konservativa stjórnin hevur roynt at tálma nýtsluni við at geva færri matstovum tílíkt søluloyvi.
Men sambært Alexander Bechtold hevði tað helst verið rætt at gjørt evnið lógligt - ikki bara í Niðurlondum, men í øllum Evropa. Hann vísir á, at á hvørjum ári koma ferðafólk í hópatali úr Belgia, Týsklandi og øðrum londum til Niðurlond at roykja marihuana, og tí heldur hann, at tey áttu at fingið loyvi at brúka evnið í heimlandinum.
Niðurlendska tjóðartingið skuldi umrøða hugskotið hjá ráðharranum í gjár.










