Ferrari
Ferrari koma til Sakhir breytina í Bahrain við einum spildurnýggjum bili. F-2005 eitur hann. Hetta er fyrsta koyringin at hesin bilur verður nýttur. Tí er sera ringt at siga nakað um kappingarførið, men spenningurin er stórur.
Ferrari eru byrjaðir kappingarárið í einum tillagaðum 2004 bili. Ætlanin var at bíða til koyringina í Immola um tvær vikur við nýggja bilinum, men orsakað av ringu úrslitinum higartil verður bilurin tikin í nýtslu nú.
Hóast Barrichello gjørdist nummar tvey í fyrstu koyringini í Avstralia, er kappingarárið 2005 ringasta árið hjá Ferrari, síðan Michael Schumacher kom til liðið í 1996. Barrichello kom ikki á mál í Malaysia, júst sum Schumacher í Avstralia, og sjeyndaplássið hjá Schumacher í Malaysia, var dekan ov aftarligt fyri ein heimsmeistara. Okkurt mátti gerast skuldi heimsmeistaraheiti ikki gleppa teimum av hendi.
Bæði Schumacher og Barrichello hava royndarkoyrt nýggja bilin seinastu vikurnar, og báðir siga hann vera eitt stórt framstig, og gleða seg til koyringina.









