Sumbingar krøkja seg í oddin

Eins og í fjør, so tørnaðu Sumba og VB saman longu í fyrsta umfarinum av landskappingini í aðru deild, og hesaferð varð tað so Sumba, sum dróg longra stráðið.
Á Krossinum megnaði heimaliðið at vinna 2-1, men tað stóð ofta nógv á, soleiðis sum tað ofta ger í eini grannauppgerð.
Bert eitt mál kom fyri steðgin, og var tað heimaliðið, sum átti hetta, men vágbingar góvust ikki so. Tað eydnaðist teimum eisini at javna, men móti dystarenda fekk Sumba tillutað brotsspark, og hetta setti Norbert Luczak trygt í netið til endaligu støðuna.
Spælið sum so, var ikki tað heilt stóra at reypa um hjá nøkrum av liðunum, men hjá Sumba ræður fyrst og fremst um at halda lív í vónunum um uppflyting. Hjá VB skal sessurin í deildini fyrst og fremst varðveitast, og ein ósigur fyri Sumba á útivølli verður so neyvan tað, sum kostar hendan.


Sumba-VB 2-1 (1-0)
1-0: Karl Lisberg
1-1: Sigmund Mikkelsen
2-1: Norbert Luczak (br.)