Seks mánaðir í rúmdini

Tríggir rúmdarmenn lendu í øllum góðum í Kasakhstan gjáranáttina. Tveir teirra høvdu tá verið eitt hálvt ár úti í rúmdini

Soyuz-hylkið við amerikanaranum Edward Lu, russaranum Jurij Malentsjenko og spaniumanninum Pedro Duque lendi í kasakhstansku oyðmørkini 35 kilometrar sunnan fyri býin Arkalyk. Samvært amerikonsku rúmdarumsitingini NASA eydnaðist lendingin sera væl.
Jurij Malentsjenko og Edward Lu hava verið á rúmdarstøðini ISS í seks mánaðir. Russiska rúmdarfarið, sum fór út eftir teimum fyri einari viku síðani, hevði tveir avloysarar við, russaran Aleksandr Kaleri og bretan Michael Foale. Pedro Duque var eisini við tá, so hann hevði bert verið sjey dagar á ISS-støðini, nú hann kom niðureftur.
Síðani vanlukkuna við amerikonsku rúmdarferjuni "Colombia" hava tey russisku Soyuz-hylkini verið álitið í flutninginum millum Jørðina og ISS. Hesaferð gekk alt væl, men so var ikki í mai, tá eitt hylki kom niður við trimum russiskum og amerikonskum rúmdarmonnum. Tá lendi hylkið fleiri hundrað kilometrar frá tí ætlaða lendingarstaðnum, og tað tók fleiri tímarat finna tað. Rúmdarmenninir vóru tá farnir úr hylkinum, men teir fingu ikki givið boð frá sær, tí antennan á hylkinum var brotnað í teirri hørðu lendingini.