okkum. Hetta lýsir Fr. Petersen væl í sálminum »Tíðin rennur sum streymur í á«. Í einum ørindi sigur hann: »Allir teir eru á sama hátt, staddir sum eg í vanda«. Hetta vísir lívið. Og tá dagar okkara eru [...] meiningsleyst. Men ein meining er, tí Harrin hevur lagt ævinleikan niður í hvørt mannahjarta. Og líta vit á hann, kunnu vit trygt leggja okkum at sova. Í kristusi er hin einstaki ongantíð einsamallur umborð, [...] aldargomlu heilsanina við okkum frá ommun og abbum, foreldrum og vinum: »Jesus fylgi tær«! Hesa heilsan geva vit teimum, ið farin eru undan okkum. Tey eru farin, vit standa fyri tørni. Amen Andreas Andreasen
hevur vunnið FM í kvinnufótbólti trý ár á rað. Tað gjørdi HB í 1993, 1994 og 1995. Nú eru longu fleiri vikur síðani, at tað varð greitt, at KÍ hevur vunnið triðja árið á rað. Spurningurin er so, um tað fer [...] skúla í heimbýnum at hugsa um, og tí eru vánirnar góðar fyri, at bulurin á liðnum verður umleið tann sami komandi ár. Eftir 4?0 sigurin á B68 fingu KÍ kvinnurnar VOGUE steypið til ognar og gullkrónur um hálsin [...] Rannvá Andreasen endaði ovast og Malena Josephsen næstovast á máltindinum. KÍ verður ynskt hjartaliga tillukku, og B68 fær eisini eina heilsan, nú tær fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vunnið heiðursmerki
Útróður Leygardagin var Hans Jakku á Gadd á Nesi á floti saman við einum av systirsynunum við 25-fóts bátinum, Norðkapp, ið systursonurin eigur. Teir fóru avstað fyri kl. 8.00 á morgni og vóru ikki aftur fyrr [...] dámar ógvuliga væl at vera á floti, og hann er ágrýtin við snørinum, men síðan hann seldi bátin, eru túrarnir vorðnir færri og færri. Tó fer hann ein túr við systursoninum av og á, og hann er glaður fyri [...] slagið var hampiliga gott. - Tað er so vælsignað at sleppa á flot ein góðan dag sum hendan. Tá ið vit fóru í morgun, var eitt sindur tvassut á Eystnesi, men dagurin royndist væl , og vit høvdu fínasta veður
Ikki veit eg, hvør navnleysi dimmimaðurin á baksíðu dimmu er (4.-9-02); men at fara eftir manninum og ikki eftir bóltinum, hevur vanliga verið hildið at vera vána blaðetikkur og undir mjadnunum. Um sk [...] Og at leggja eftir einari heilari familju er so hermafroditkent, at tú øtast. Skuggamaður - eina heilsan skalt tú fáa frá mær: ?Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag, fegnast tað flýgur um nætur; sum havhestur
Eysturi í Horni á Viðareiði, men í 1929 fluttu tey til Klaksvíkar at búgva. Anna og Dánjal eiga fýra børn. Tey eru Jona, Kristianna, Bergfríða, ið vanliga verður kallað Begga og Viktur. Á ungum árum fór [...] og Tummas var sonur Onnu Sofíu og Dánial Petur Nielsen, ið var skómakari, keypmaður og postmaður Úti á Bakka í Sandavági. Í 1945 giftist Dánjal við Onnu Joensen, dóttir Viktorinus, ættaður av Viðareiði og [...] fór Dánjal til Havnar at fáa sær skrivstovuútbúgving. Seinni kom hann til Klaksvíkar at arbeiða á skrivstovuni hjá P/F. J. F. Kjølbro. Nøkur ár seinni tók hann við sum skrivstovustjóri hjá Føroya Bjór, og
sjálvur tók til, tá vit prátaðu saman við døgverðaborðið, tá eg slapp at gista har úti í Purkugerði á Ólavsøku. Eftir situr Greta, kona hansara, ættað av Toftum, fleiri ár yvir 90, hon sum so trúføst hevur [...] tá rúnarbant hann alt lívið. Og við Norðskála skal hann nú hvíla. Jú Karl, eg skal heilsa í Gøtu. Heilsan Sjúrður Hansen
farmaceutur og kom til Føroyar at arbeiða í 1945 á Tjaldurs Apoteki. Har var hon til hon fór frá fyri aldur í 1981. Hon var gift við Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum, og tey høvdu sonin Sverra. Anette ferðaðist [...] snarbrøv í Amnesty International. Tá hon fylti 80 ár fekk hon persónliga heilsan og tøkk fyri sítt arbeiði frá øllum starvsfólkunum á altjóða skrivstovuni. Hon tordi eisini alment at standa fram og finnast [...] mong ár um ein politiskan fanga í Suðurafrika. Meðan maðurin sat fangi á Robben Island, skrivaði hon saman við konuni. Tá hon var á kvinnukongress í Kenya, fór hon so ta longu ferðina til Cape Town fyri
eina dagin við 4-manna- farinum hjá pápa norður á Góðadal. Vit vóru: abbi okkara, Óli á Bakkanum, mamma, Astrid, Anna, Tórfríður og eg. Báturin bleiv bundin á Góðadals gjógv. Tá dagurin so var liðin, róðu [...] at hann fór við bilinum hjá Jógvan Øregaard,- Jógvan á Lakjuni. Tá eg kom heim á krossin, har Sparikassin er nú, fór bilurin forbí hjá Ismar. Eg sá á Abraham, men hann sá ikki meg, og eg mátti til húsar [...] bróður fór av stað við TINGANESI á sumri 1958. Tá hann var farin, legði mamma til merkis, at hann hevði onki akslatræ við. Eg bleiv tí sendur at vita, um eg fekk fatur á bilinum fyri at geva honum hetta
Bertrand Russel, og tað er sjónskt, at hon er lisin á tamb einaferð í fimti-árunum. Vinskapurin teirra millum dragnaði ongantíð. Einki hóttafall beit á honum. Ikki fyrrenn Pól fór hiðani, ein kaldan januar [...] mannamegin munar so lítið. Vit lógu á vánni í Mersin í Turkalandi, tá ið feigdarboðini komu um Pól. Tá ið einaferð var komið heimaftur til landa, vildi Martin hitta meg á bryggjuni. Hann virkaði tá sum havnafúti [...] ígjøgnum, tá ið tað góða lagið var á honum. Søgan kemur at varveita hann sum ein serliga góðan kommunalpolitikara. Hansara leiklutur í so máta verður oftani havdur á munni. Hann varð ein legenda longu
eiga. Á henda hátt møtast vit á einum mentunarligum palli, sum VIT seta karmin um, hesar komandi 16 dagarnar. Soleiðis segði Birgir Kruse, formaður í Listastevnustýrinum, tá hann bar fram eina heilsan. Fyri [...] hesum slag kundi fingið betri sømdir. Samansjóða listagreinir ?Við tilnevninum ?Føroya? vilja vit vísa á, at stevnan er fyri allar føroyingar, høgan og lágan, ungan og gamlan. Og eisini fyri hin vitjandi, [...] onnur eisini njóta væl av. Bæði innan sjónleik og dans finna vit stevið og endurljóðini aftur, her á Listastevnuni ljóða tey líka úr New York, segði hann m.a. -Og lat meg áðrenn eg seti stevnuna gera púra