Útróður
Leygardagin var Hans Jakku á Gadd á Nesi á floti saman við einum av systirsynunum við 25-fóts bátinum, Norðkapp, ið systursonurin eigur.
Teir fóru avstað fyri kl. 8.00 á morgni og vóru ikki aftur fyrr enn í skýmingini, 12 tímar seinni. Teir royndu við snøri um grynnurnar á leiðini við Høgnaboða. Veiðan vá umleið 250 pund, meginparturin gráur fiskur. Nakað høvdu teir eisini av hýsu, so teir hava onkustaðni rikið framvið bleytum botni.
Sosialurin var framvið, tá ið teir komu aftur.
So vælsignað...
Tað var ein vælnøgdur Hans Jakku, sum steig upp úr bátinum. Sjálvur hevur hann havt bát, sum hann seldi fyri nøkrum árum síðan.
Hans Jakka dámar ógvuliga væl at vera á floti, og hann er ágrýtin við snørinum, men síðan hann seldi bátin, eru túrarnir vorðnir færri og færri. Tó fer hann ein túr við systursoninum av og á, og hann er glaður fyri hvørja løtu, tað rullar undir fótum.
Hans Jakku sigur, at lítið var at fáa hendan dagin, men slagið var hampiliga gott.
- Tað er so vælsignað at sleppa á flot ein góðan dag sum hendan. Tá ið vit fóru í morgun, var eitt sindur tvassut á Eystnesi, men dagurin royndist væl , og vit høvdu fínasta veður allan dagin, sigur hann.
Stuttligt at verið ungur
Hans Jakku hevur ofta havt á munni, nú hann er komin nakað uppí árini, at tað hevði verið stuttligt at verið ungur og raskur í dag, nú bátarnir og útgerðin eru so góð, og nógvur fiskur hevur verið at fingið.
Heilsan er hampiliga góð, og hugurin er ógvuliga góður. So, hetta verður neyvan seinasti túrurin saman við systursoninum hjá tí skjótt áttatiára gamla nesmanninum.