Dánjal Nielsen 80 ár

Føðingardagsheilsan

Í dag týsdagin 10. september fyllir Dánial P. Nielsen 80 ár. Dánjal, sum er ættaður úr Sandavági, hevur búð meginpartin av lívi sínum í Klaksvík. Foreldur hansara vóru Kristianna og Tummas Nielsen. Kristianna var ættað av Ryggi í Miðvági og Tummas var sonur Onnu Sofíu og Dánial Petur Nielsen, ið var skómakari, keypmaður og postmaður Úti á Bakka í Sandavági.
Í 1945 giftist Dánjal við Onnu Joensen, dóttir Viktorinus, ættaður av Viðareiði og Elisabeth Michelsen, kallað Betta, ættað úr Árnafirði. Tey bæði, sum giftust í 1919, bygdu Eysturi í Horni á Viðareiði, men í 1929 fluttu tey til Klaksvíkar at búgva. Anna og Dánjal eiga fýra børn. Tey eru Jona, Kristianna, Bergfríða, ið vanliga verður kallað Begga og Viktur.
Á ungum árum fór Dánjal til Havnar at fáa sær skrivstovuútbúgving. Seinni kom hann til Klaksvíkar at arbeiða á skrivstovuni hjá P/F. J. F. Kjølbro. Nøkur ár seinni tók hann við sum skrivstovustjóri hjá Føroya Bjór, og í sekstiárunum stovnaði Dánjal Nielsen egið bókhaldsvirkið við navninum Føroya Bók. Tá Dánjal gavst at arbeiða, yvirtók sonurin Viktur bókhaldsvirkið og annað virksemi, sum er knýtt at fyritøkuni.
Dánjal var millum teirra, sum í 1960 tóku stig til at stovna partafelagið Norðoya Samvinnufelag, og varð litið honum upp í hendi at vera stjóri í felagnum. Samvinnufelagið bygdi og rak tvey línuskip. Norðingur varð bygdur í 1961 og Norðaldan í 1969. Frá 1970 til 1990 var Dánjal P. Nielsen stjórnarlimur í Realkredittstovninum og frá 1985 til 1989 var hann eisini dagligur leiðari á stovninum.
Dánjal hevur eisini røkt onnur álitisstørv. M. a. var hann formaður í fyrstu líkningarnevndi hjá Klaksvíkar kommunu. Hann varð valdur at røkja hetta álitisstarv av javnaðarumboðunum, sum tá sótu í kommunustýrinum. Eisini hevur hann umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð. Har var hann nøkur tíðarskeið sum varamaður. Hann hevur eisini verið valevni fyri javnaðarflokkin til løgtingsval.
Um Dánjal Nielsen er í stuttum at siga, at hann hevur verið og er ein skilamaður og ein álitismaður burtur av. Hann er ein sera stillførur maður. Í arbeiðsárunum var hann sera nærlagdur, dugnaligur og fram um alt arbeiðsamur og røkin.
Við vón um góð ellisár ynskja vit Dániali hjartaliga tillukku við 80 ára degnum. Somuleiðis ynskja vit Onnu, børnunum og næstringum annars alt gott í framtíðini.
??????????

Klaksvík, 7. september 2002
Vinarlig heilsan
Vilhelm Johannesen