KÍ setti punktum við maner

B68 vildi spæla við, so talan gjørdist um undirhaldandi síðsta dyst, áðrenn KÍ kvinnurnar fingu gull og steyp og aftur snaraðu hugsanunum út í Europa

Føroyameistarar

Bara eina ferð áður er tað komið fyri, at eitt felag hevur vunnið FM í kvinnufótbólti trý ár á rað. Tað gjørdi HB í 1993, 1994 og 1995. Nú eru longu fleiri vikur síðani, at tað varð greitt, at KÍ hevur vunnið triðja árið á rað. Spurningurin er so, um tað fer at eydnast hjá teimum komandi ár at seta nýtt met.
Um tað skal metast út frá avrikinum í dýrdarveðrinum leygardagin, tá B68 var í Klaksvík, so tykist tað, sum um fleiri góð fótbóltsár eru í KÍ kvinnunum. Tær eru allar ? við einum undantaki ? frá fyrst í tjúgunum og niðureftir. Oftast gevast føroysku kvinnurnar tíðliga at spæla fótbólt, men Bára Skaale í KÍ er dømi um, at tað væl ber til at spæla, sjálvt um tveir barnsburðir koma uppímillum, og hinir KÍ spælararnir tykjast framvegis dáma væl at spæla og vinna.
Spurningurin er altíð, um spælararnir framvegis fara at búleikast í heimbýnum. Tað hevði verið undarligt, um ikki onkur úr KÍ fór burtur ? í hvussu so er eitt skifti ? men fleiri hava arbeiði og skúla í heimbýnum at hugsa um, og tí eru vánirnar góðar fyri, at bulurin á liðnum verður umleið tann sami komandi ár.
Eftir 4?0 sigurin á B68 fingu KÍ kvinnurnar VOGUE steypið til ognar og gullkrónur um hálsin. Tað var lokalt, sum tey siga har norðuri. Fyri FSF handaðu Rúni Heinesen, nevndarlimur, og Ísak Mikladal, aðalskrivari, steyp og gullkrónur til KÍ og bronsukrónurnar til B68.
Eftir dystin, myndatøku og sigursgongd fóru KÍ kvinnurnar á Hereford til døgurða, so í KÍ høllina at syngja eina løtu, og fyri midnátt vóru tær farnar til hús. Europa Cup luttøkan stóð aftur fremst í huganum.

Spældu við
B68 var ikki komið til Klaksvíkar at grava seg niður og dyrgja eftir málleysum javnleiki. Toftakvinnurnar bjóðaðu av, og harvið fingu lutfalsliga nógvu áskoðararnir undirhald fyri pengarnar.
Rannvá Andreasen setti hol á í 1. hálvleiki við skoti uttanvert brotsteigin í vinstru. So noyddist B68 at verða meiri álopskent. Tær høvdu onkran møguleika, men tað var bara KÍ, sum skoraði mál í 2. hálvleiki. Malena Josephsen økti í fyrsta KÍ álopinum eftir steðgin ? B68 verjan kiksaði ? so var tað Rannvá, sum umsetti langa sending frá tvíburðarsystrini, Ragnu, og Malena Josephsen staðfesti við skoti úr brotsteiginum.
KÍ vann gull í steypakappingini og landskappingini, og Rannvá Andreasen endaði ovast og Malena Josephsen næstovast á máltindinum. KÍ verður ynskt hjartaliga tillukku, og B68 fær eisini eina heilsan, nú tær fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vunnið heiðursmerki í bestu kvinnudeildini.

Dysturin í tølum
KÍ-B68 4-0 (1-0)
1-0: Rannvá Andreasen
2-0: Malena Josephsen
3-0: Rannvá Andreasen
4-0: Malena Josephsen