Úr øllum ættum

Føroyskt eins og útlendskt. Klassiskt eins og nútíðar. Setanin av Listastevnuni 2002 varð merkt av fleiri pørtum av mentanini, sum vit fara at síggja meira til næstu vikurnar. Eitt frálíka væl skipað tiltak

SETAN

Nógv hevur verið bæði tosað og sagt um hesa góðu Listastevnu. Leygardagin fór tann næsta av sínum slag av bakkastokki. Hesaferð varð stevnan sett ein leygdardag, og skipað var fyri einari hátíðarligari løtu í Norðurlandahúsinum.
Hóast tey flestu mestur vóru innboðin, so var eisini pláss fyri teimum, ið keypa atgongumerki.
Skulu vit til at tosa gott ella minni gott, sum siður er, so skal fyriskipanin og pallsetingin fáa rós herfrá. Setanin riggaði veruliga væl, og uttan óneyðugt uttanumtos fleyt setanini ógvuliga væl.
Serliga mótasýningin vakti ans(lesið eisini meira um hetta aðrastaðni í blaðnum). Eisini nýskrivaða verkið eftir Trónd Bogason var forkunnugt, men tú kundi ikki lata vera við at hugsa, at ein frunframførsla av hesum slag kundi fingið betri sømdir.

Samansjóða listagreinir
?Við tilnevninum ?Føroya? vilja vit vísa á, at stevnan er fyri allar føroyingar, høgan og lágan, ungan og gamlan. Og eisini fyri hin vitjandi, ið hevur kosið sær hetta land sum heimstað hesar komandi 16 dagarnar.
Hugsjónin aftanfyri hetta tiltak, Listastevnu Føroya, er herheima at samansjóða listagreinarnar og at geva fólki møguleikar fyri upplivingum, sum annars helst ikki høvdu verið gjørligar.
Vit vilja draga heimslistina higar og samstundis vísa umheiminum, nakað av tí besta vit eiga. Á henda hátt møtast vit á einum mentunarligum palli, sum VIT seta karmin um, hesar komandi 16 dagarnar.
Soleiðis segði Birgir Kruse, formaður í Listastevnustýrinum, tá hann bar fram eina heilsan.

Fyri øll
Eins og Birgir Kruse, umboðar Heðin Mortensen eisini Tórshavnar Kommunu í sambandi við fyriskipanina av Listastevnuni. Hann er varaformaður fyri umboðsráðið. Tá Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, er burturstaddur, so var tað Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, ið umboðaði býráðið.
-?Eg kvøði, sum kvøðið er fyri mær?, søgdu tey gomlu. Tað merkir, at ættarlið eftir ættarlið neyvt andurgav tað, teimum varð sagt.
Í ?Færøernes Oldtidshistorie? sigur okkara stóri søgufrøðingur Niels Winther nakað um, hvussu ófatiligt tað er, at føroyingar hava varðveitt rímurnar, tættirnar og kvæðini við einum slíkum trúskapi, og við slíkari virðing fyri keldunum, at teir av røttum kundu siga, at ?teir kvóðu, sum fyri teimum var kvøðið!?
Ein kann kanska siga, at her fór fram eitt stórt savnsarbeiði, sum ikki bara føroyingar kunnu njóta væl av, tí hesin arvur bjargaði okkum okkara tungumál, men eisini, at hetta er í dag eitt próvfast savnsarbeiði, sum onnur eisini njóta væl av. Bæði innan sjónleik og dans finna vit stevið og endurljóðini aftur, her á Listastevnuni ljóða tey líka úr New York, segði hann m.a.
-Og lat meg áðrenn eg seti stevnuna gera púra klárt, at tað frøir meg persónliga almikið, at henda stevnan er fyri øll. Her eru stutt sagt eingi úrvald evni ella úrvaldar listarligar ?sjangrur?, sum bert umboða og bert hava áhuga fyri eitt fátal. Hetta er góð felags fólkamentan, sum eg persónliga gleði meg til at uppliva, segði Heðin Mortensen at enda.

Sangur
Umframt báðar røðurnar frá Heðin Mortensen og Birgir Kruse, so var eisini ? sum nevnt ? sangur á skránni. Ernst Sondum Dalsgarð sang nýskrivaða tónaverkið Bara at vera eftir Trónd Bogason og Niels Una Dam. Eisini Elsa Waage sang nøkur brot eftir Wagner.
Laura Joensen segði eisini nøkur orð um norðurlendsku sjónleikaraedagarnar. Dagarnir verða hildnir í døgunum 7. til 11. august í Føroyum, og fara teir eisini at seta sín dám á listastevnuna.