Nú hann andaðist var hann tó veikur og »ikki tann sami Karl« sum hann sjálvur tók til, tá vit prátaðu saman við døgverðaborðið, tá eg slapp at gista har úti í Purkugerði á Ólavsøku.
Eftir situr Greta, kona hansara, ættað av Toftum, fleiri ár yvir 90, hon sum so trúføst hevur fylgt Karl og altíð hevur roynt at fjálga um hansara umstøður (hann varð lamin sum tilkomin). Og eftir sita so mong onnur, sum kendu henda mann, sum bæði kom úr tí nýggju og gomlu tíðini í Føroyum: fylgdi ógvuliga væl við, ikki minst í politikki og las altíð bløðini væl og var væl kunnaður um nógv ymisk mál í samfelagnum, men Sundalagið og uppvøksturin og lívsumstøðurnar tá rúnarbant hann alt lívið. Og við Norðskála skal hann nú hvíla.
Jú Karl, eg skal heilsa í Gøtu.
Heilsan
Sjúrður Hansen