stutta tíð til Hollands at telva eina stóra kapping og seinni til aðrar kappingar í Evropa. Flóvin vann á 1. borði móti Torkili Nielsen. Torkil slapp at telva ta byrjan, honum dámar best, tann opna spanska [...] hvørjum øðrum, men Herluf stóð hvørja ferð eitt vet betri eftir hvørja máltíð. Heri tapti at enda uppá tíð, men tá hevði Herluf vunna støðu. Á 4. borði leiktu Martin Poulsen úr Havn móti Sonna Nielsen úr Sandavági
at móðurmálið verður so illa umboðað í bløðunum. Eg haldi ikki at tíðindafólk skulu nýta ovnógva tíð at tváa hendurnar í sápulúti teirra óseku. Vit mugu ásanna, at føroyskt mál, undir teimum umstøðum [...] annað gera enn at skriva føroyskt, ella royna at skriva føroyskt. Eg fari at nerta við tveir lutir. Tann fyrsti er leikluturin hjá okkara fólkaskúlalærarum, sum eru teir fyrstu til at læra føroyingar at [...] Hann er fullkønur á sínum øki og nýtist ikki at læra meira, ynskir hann tað ikki sjálvur. Og vei tann, sum setir spurnartekin við hansara førleika. Heldur lærarin fingrarnar frá næmingunum bæði so og
Tað verður nevnt, at tað er eitt ?trend? í tíðini. Spurningurin er hví so er. Tosa verður í okkara tíð sera nógv um fríar marknaðarkreftir, og at politikkarar ikki skulu ávirka hesar. Hesum eri eg sum liberalur [...] bygdarøkini kring miðøki fáa eitt sindur av arbeiði av hesum, er bert náttúrligt. Men mín niðurstøða er tann, at fólk serliga flyta til miðøki fyri at fáa eitt arbeiði, ið møguleiki ikki er fyri á útjaðaranum
hevur kanska við sær, at fólk fáa ikki tíð at lesa alt undan. Harafturat hveppa fólk seg kanska eisini við, tí peningurin skal brúkast til nógv annað hesa ársins tíð, men hinvegin er bókin eisini ein frálík [...] nógvar bøkur, annaðhvørt at geva sum gávu ella at seta á bókahillina. Tað stóra talið av bókum, og tann stóra sølan, sigur okkum, at hvørki sjónvarpsræsurnar ella tey mongu frítíðartilboðini hava gjørt
sambandi verður nógv gjørt burturúr fimleikaárinum 1999/2000, og tað størsta tiltakið var ivaleyst tann stóra gallasýningin í Norðurlandahúsinum sunnudagin. Umleið 300 fimleikarar av teimum 1000 limunum [...] góð. Av tí, at fimleikaárið ikki byrjar fyrr enn í septembermánað hevur felagið ikki havt so langa tíð at venja fram til gallasýningina. Hetta sást tó ikki í framførsluni, tí tað skal nógv arbeiði leggjast
Um ikki so langa tíð fer Fiskaaling við Áir undir at flyta út rogn til Miðamerikanska landið Kili. Fiskavirking, sum annars bara hevur arbeitt á føroyska marknaðinum, er vorðið góðkent, sum latari, av [...] rognum á føroyska marknaðinum í løtuni, men soleiðis hevur ikki verið altíð. ? Fyri ikki so langari tíð síðani var ov lítið til av rogni á føroyska marknaðinum, og tá var sjálvsagt ikki at bjóða til at fara [...] at selja rogn. Hevði tað ikki borið til at selt í Evropa? ? Jú, og vit hava eisini havt samband við tann marknaðin. Vit gjørdu fyrst av at kannað marknaðin í Evropa og tað vísti seg beinanvegin at vera áhugi
Eyðun Nolsøe. ? Teknikkur kann verða líka irriterandi, sum hann er hjálpsamur. Vit hava brúkt nógva tíð til at fáa alt tað tekniska at rigga undir upptøkunum. Og eg kann bara siga, at eg havi lært eina rúgvu [...] Nakrir av teimum hava vit eisini gjørt okkum dælt av, sigur Eyðun Nolsøe. Fløgan hjá Eyðuni og Terja er tann fyrsta føroyska, sum verður ljóðblandað við forritinum Pro Tools, og tað hoyrist aftur. Onkrastaðni
Tað var m.a. út frá hesum, at hann spurdi: -Hví er 2% í framleiðslugjaldi tann ævigi sannleikin? Hvør sigur at 2,5% ikki er tað rætta, ella 3,0 ella 3,5? Hann helt ikki nakran í tinginum verða føran fyri [...] ráevnini í undirgrundini eru ogn hjá Føroya fólki, so skal tað føroyska fólkið ikki úttala seg um tann spurningin. Tað eru bara arbeiðsgevararnir sum skulu tað. Annars helt Jóannes Eidesgaard tað vera [...] sannførdur um, at oljuútgerðarstøðin er ein politiskur spurningur. -Trupulleikin í Føroyum í dag er tann, at tað er eitt ávíst øki, sum allar tíðina hevur havt fyrimunir. Og tað verður ein politisk uppgáva
Fyri ikki so langari tíð síðani avgjørdi ÍSF at heiðra fýra persónum fyri teirra stóra arbeiði føroyskari ítrótt at frama. Tað er ikki hvønn dag, at slíkt kemur fyri, og tað er ikki hvørs mans føri at [...] So - tilvild ella ikki - nýta vit alfabetið sum grund fyri hvør kemur fyrst, og hvør kemur síða. Tann fyrsti er kendur av hvørjum mansbarni í Føroyum. Hóast tað ikki eru so nógv til aktivu ítróttarkarrieru [...] góðu leiðslu av eitt nú aðalfundum ÍSF?s gjøgnum nógv ár. Hondbólturin og landa-læran eru sermerkini Tann næsti er eisini kendur av føroyingum. Eisini útvarpið hevur gjørt, at hann er komin inn í nærum hvørja
náttúrunar hond og langt úr landi skotin. -Munurin á teimum er, at tann fyrra endurnýggjar seg sjálva, og vit hava livað væl av henni, meðan tann seinna hvørvur, oftani áðrenn hon hevur takkað fyri seg. Og eftir [...] verið hygnir um seg sjálvan og sítt umhvørvi í eini 1000 ár leypa føroyingar nú við báðum beinum inn í tann dálkandi partin av heiminum, har alt verður gjørt, bara pengar fáast afturfyri segði Hergeir Nielsen [...] oman fyri okkum aftur sum kolsúrevni og økja um ferðina á tí skaðiliga rakstrarhúsárininum. Hetta er tann keðiligari parturin av tí heila, men henda partin hava vit so longu valt segði tingmaður- in, sum