Fiskaaling útflytir rogn til Kili

Fiskaaling fer nú undir at útflyta rogn til Kili. ? Tað er ein spennandi marknaður, sum vit kunnu royna okkum á, nú tað er nóg mikið av rogni í Føroyum, sigur stjórin í Fiskaaling, Símun Joensen

Um ikki so langa tíð fer Fiskaaling við Áir undir at flyta út rogn til Miðamerikanska landið Kili.

Fiskavirking, sum annars bara hevur arbeitt á føroyska marknaðinum, er vorðið góðkent, sum latari, av kilensku myndugleikunum, og í løtuni eru samráðingar í gongd við fyritøkur um sølu av rognum.


Nýggjar avbjóðingar

Stjórin í P/F Fiskaaling, Símun Joensen, sigur við Sosialin, at fyritøkan hevur fingið henda møguleikan, tí at tað er nóg mikið til av rognum á føroyska marknaðinum í løtuni, men soleiðis hevur ikki verið altíð.

? Fyri ikki so langari tíð síðani var ov lítið til av rogni á føroyska marknaðinum, og tá var sjálvsagt ikki at bjóða til at fara uttanlands at selja. Men nú er broyting komin í, og eftir at vit »hava fingið grønt ljós« frá smoltstøðunum, eru vit farnir út at kanna marknaðin aðrastaðni, sigur Símun Joensen.

Á Fiskaaling vóru teir longu frammanundan, at marknaðurin í Kili var spennandi, m. a. tí, at innflutningsforboð var sett fyri rogni úr Noregi og Skotlandi. Tað var m. a. tí, at teir valdu at fara at hygga nærri at tí marknaðinum.


Veterinæravtalan

manglaði

Fyri uttanfyrstandandi kann tað tykjast heldur enn ikki langur vegur at fara heilt til Miðamerikan at selja rogn.

Hevði tað ikki borið til at selt í Evropa?

? Jú, og vit hava eisini havt samband við tann marknaðin. Vit gjørdu fyrst av at kannað marknaðin í Evropa og tað vísti seg beinanvegin at vera áhugi fyri rognunum, sigur Símun Joensen.

Men kortini var alt av ongum, og orsøkin er, at tað er eingin veterinæravtala millum Føroyar og ES.

? Henda avtalan er neyðug fyri at sleppa at útflyta til ES, og so leingi vit ikki hava hetta upp á pláss sleppa vit ikki inn á teirra marknað.


Samráðast

um internetið

Tí var so farið at arbeiða víðari við kilenska marknaðinum.

Tað vísti seg, at teir eru sera áhugaðir at fáa rogn úr Føroyum, tí sum sjúkustøðan er í Noregi og Skotlandi kunnu teir ikki innflyta rogn haðani.

ILA er í rognunum í teimum báðum londunum, og øðrum við, men í Føroyum hava vit ikki ta sjúkuna.

? Vit kunnu vísa á eina afturlætna skipan, og tað er ein fyrimunur hjá okkum. Harafturat gera vit kanningar alla tíðin, og tá vit kunnu dokumetera allar kanningar hevur tað hjálpt okkum at fáa innflutningsloyvið sigur Símun Joensen.

Hann greiðir frá, at teir enn ikki hava gjørt nakra avtalu um sølu av rognum, men hann sigur eisini at teir eru í samráðingum í løtuni.

? Vit hava tikið nýggjastu tøknina við í arbeiði, og vit samráðast við kilenar um internetið, sigur hann.

Umboð ur Kili hava verið í Føroyum og hugt at virkseminum hjá Fiskaaling, og teir lótu væl at.

Símun Joensen vil einki siga um hvussu nógv teir kunnu fáa burturúr at útflyta rogn, men hann sigur, at tað er eitt gott íkast hjá Fiskaaling.