-Frá at hava verið hygnir um seg sjálvan og sítt umhvørvi í eini 1000 ár leypa føroyingar nú við báðum beinum inn í tann dálkandi partin av heiminum, har alt verður gjørt, bara pengar fáast afturfyri segði Hergeir Nielsen, tingmaður úr Tjóðveldisflokkinum m.a. undir orðaskiftinum um 1. útbjóðing.
Og hann helt fram:
-Frá at hava framleitt eina dygdargóða og heilsugevandi matvøru, fara vit nú at leita eftir kolbrintum, sum saman við tí súrevni, ið er í luftini í fyrsta umfari, fer at geva okkum ferð á motararnar og vælferðina, og síðani regna oman fyri okkum aftur sum kolsúrevni og økja um ferðina á tí skaðiliga rakstrarhúsárininum.
Hetta er tann keðiligari parturin av tí heila, men henda partin hava vit so longu valt segði tingmaður- in, sum vísti á, at vit nú fara úr 20. øld við eini mentan, ið bygdi á náttúrunar gávur úr bø, haga, bjørgum, firðum og havi og yvir í eina aðra, sum eisini er frá náttúrunar hond og langt úr landi skotin.
-Munurin á teimum er, at tann fyrra endurnýggjar seg sjálva, og vit hava livað væl av henni, meðan tann seinna hvørvur, oftani áðrenn hon hevur takkað fyri seg. Og eftir standa vit tá við rovunum av henni og møguliga eisini við rovunum av eini fiskivinnu. Okkara neyðars klóta venar og eymkar seg sáran undir hesum árini við umfatanadi dálking, sjúkum og misvøkstri.
Vit vita einki enn
Hergeir Nielsen segði víðari, at vit vita ikki, um henda komandi oljuvinnan gerst til nakað sum helst, og tí er tað kanska nakað tíðliga at sláast um at býta virðini, tí har eru møguliga eingi virði. Um vit so finna olju, so kann vera lítið av henni.
-Prísirnir kunnu fara niður og aðrar umstøður kunnu forða okkum í at troyta hana. Men hóast vit onga olju finna, so noyðast vit undir fyrireikingarnar av henni, tí støða skal takast til, hvar á landi henda vinna skal etablera seg. Tingmaðurin úr Suðuroynni undirstrikaði í sama viðfangi, at tað er skeivt, tá tað verður upplýst, at hon ikki krevur so nógv pláss á landi at byrja við og við hesum sipaði hann til spurningin um oljuútgerðarhavnina.
Marknaðarkreftirnar
Hergeir Nielsen segði víðari, at hóast nógv verður tosað um at lata frælsu marknaðarkreftirnar ráða á hesum øki og at politikarar skulu halda seg burtur, so verður tað í uppskotinum nevnt ein røð av politiskum átøkum til at stýra vinnuni, og hesum kundi hann fult taka undir við.
-Men tað fer ikki at vera rímuligt at lata tað upp í hendurnar á fremmandafólki at gera av, hvussu samfelag okkara skal síggja út og serliga ikki aftaná at teir eru farnir higani fyri seinastu ferð.
Hergeir Nielsen vísti her á spurningin, hvussu tað er ásett, hvussu byggjast skal, hvussu umhvørvið skal haldast reint osfr.
-Alivinnan og oljuvinnan líkjast ikki sørt, báðum tørvar firðir og umhvørvisligt atlit til endamál síni, og eins stór sjálvfylgja tað er, at tað almenna leggur út aliøkini, eins stór sjálvfylgja er tað, soleiðis sum kolvetnislógin fyriskrivar, at tað almenna leggur út øki til oljuvinnuna.
Hann helt tað tí vera fullkomnan ørskap at lata tær stóru avgerðirnar upp í hendurnar á útlendskum stórkapitali, tá man samtíðís hevur sitið og pilkað og roynt at stýra hjá sær sjálvum so væl sum gjørligt.
-Vit hava øgilig dømi um eirindaleysa framferð frá oljufeløgunum ígjøgnum skógir, yvir lond og høv, og serliga í tilafturskomnum londum, har eingin lóggáva hevur forðað fyri fría vinnulívinum, tí frælsa marknaðarbúskapinum í at hóvreiggja sær sum tí lystir. Har kenna vit mangar lagnur, har stór landa- og sjóøki, fólka- og ættarbólkar hava ligið eftirá.
Útjaðarin og miðøkið
Hergeir Nielsen vísti á, at onnur lond tætt upp at okkum hava hildið tað vera neyðugt at stýra hesi risastóru vinnu í ávísan mun og hava lóggivið á økinum, og so mikið meira neyðugt er tað hjá okkum at gera tað sama. Tað er tíð uppá at gera sær greitt, at tað føroyska oyggjasamfelagið sundurgreinar seg skjótari, enn vit geva okkum fær um. Í hesum døgum hoyra vit bara frá tí størstu miðsteðarkommununi, at hon ætlar sær at seta skattin enn longur niður, barnafrádráttin longur upp, samtíðis sum útjaðarkommunurnar ikki hava nakað annað val enn at hava skattatrýstið í topp og barnafrádráttin í botn og annars tær ringastu umstøðurnar.
Og tað verður verrri enn. Eitt tað týdningarmiklasta brotið í uppskotinum frá landsstýrismanninum er ikki umrøtt. Har stendur at orsakað av kolvetnisvinnuni kann vandin fyri ovurhiting av búskapinum gerast so stórur, ja trýstið kann blíva gerandiskostur yvir eitt longri tíðarskeið, og tá er tað skjótt at spyrja, um tað er rímuligt at lata hesa nýggju vinnuna sleppa leysa og miðsavna seg, har tann mesta ferðin er á búskapinum og síðani seta búskaparlig tiltøk í verk, sum raka alt landið og beina fyri útjaðararnum enn skjótari, enn gjørt verður við verandi ferð. Tí búskaparlig tiltøk skulu væl setast í verk.
Svarið er, segði tingmaðurin víðari, at tað er bæði órímuligt og ábyrgdarleyst at sleppa útlendskum kapitalkreftum leysum í Føroyum og ikki stýra teimum. Vit vita, at Suðuroyggin hevur búskaparligu marruna av kreppuárunum enn at dragast við, og hinvegin hevur hon alt, ið eini oljuvinnu tørvar, firðir, uppland, sjúkrahús og stytstu leið at sigla.
Tí helt hann tað vera upplagt at leggja hesa útgerðarstøðina har. Annars fær oyggin ongan part í hesi vinnu. Verður hon løgd har, fær samfelagið stóra nyttu burtur úr henni, og vit loysa mong onnur stór vandamál fyri Suðuroynna í dag.
-Her er einki at bíða við, vit mugu velja, hvat útgerðarstøðin skal vera. Líka so stórt val tað er, at avgera, hvar útgerðarhavnin skal vera, enn størri væl er tað ikki at siga, hvar hon skal vera. Tað kann ikki bera til, at útlendingar skulu siga, hvar hon skal vera segði hann.
Hann bar heldur ongan ótta fyri, at føroyskt vinnulív ikki fær eins góðar møguleikar at luttaka í oljuvinnuni, um hon liggur í Suðuroynni ella aðrastaðni í Føroyum.
Hergeir Nielsen var av-gjørt ikki samdur við oljumálaráðharran um, at oljuútgerðarhavnin ikki hevur so stóran týdning í leitiskeiðnum.
-Tá oljufeløgini fara at leita, hava tey brúk fyri einum keikanti til vatn og olju, boriútgerð, proviant, vask, burturkast, reinsing, gistingarhús osfr. Hetta setir krøv til ein keikant, og tá skipini í leitiskeiðnum brúka hesar facilitetir skal eingin siga, at tey fara at sleppa teimum, tá framleiðslan tekur seg upp.
Hergeir Nielsen vísir á kolvetnislógina, sum sigur, at tað er landsstýrið, sum tekur avgerð um hetta mál. Tá landsstýrið ikki fylgir lógini og tekur avgerð um, hvar útgerðarhavnin skal vera, so hevur tað fingið flokk at boða frá, at hann fer at taka málið upp í tinginum og loksins at atkvøða um tað. Tá fer so løgtingið at atkvøða yvir høvdið á landsstýrismanninum.
-Eg haldi, at landsstýrið eigur at umhugsa handa spurningin, og tað harmar meg, at hann ikki er avgreiddur longu. Hergeir Nielsen vísti annars aftur, at bara Mærsk hevur rætt til at vera á Drelnesi. Har kunnu eisini onnur feløg etablera seg.
-Suðuroyggin er í eini sertøðu. Verður oljuvirksemi aðrastaðni, so glíðir oyggin burtur ímillum eins og hon í dag er tað í samfelagsmenningini segði suðuroyartingmaðurin undir viðgerðina á tingi.