Fyri ikki so langari tíð síðani avgjørdi ÍSF at heiðra fýra persónum fyri teirra stóra arbeiði føroyskari ítrótt at frama.
Tað er ikki hvønn dag, at slíkt kemur fyri, og tað er ikki hvørs mans føri at gera tað arbeiði, tað sum hesir persónar hava útint.
Hvør í sínum lagi, og hvør á sín hátt hava teir strítt sítt stríð.
Á samkomuni, sum ÍSF skipaði fyri handaði Petur Elias Petersen, skrivari ÍSF?s teimum fýra heiðursmerkini og John Kjær, sum er tiltakslimur í starvsnevndini hjá ÍSF, segði nøkur orð um teir fýra.
Hann segði m. a.:
? Tá hugsjónarmenn fyri meira enn 60 árum síðani gjørdu av at seta á stovn Ítróttarsamband Føroya, vistu teir neyvan, hvussu stóran týdning og hvussu stóra ávirkan henda rørsla vildi hava í føroyska gerandisdegnum.
Rørslan er vaksin ár um ár og røkkur á onkran hátt inn í hvørt føroyskt heim og viðkemur á einhvønn hátt hvønn einstakan av okkum.
Ikki skal eg her siga nakað um tað stóra arbeiði, ið verður gjørt av øllum teimum mongu, sum dag um dag takast við ítrótt - sum aktivur ella sum fyriskiparar. Tað vita tit líka nógv - og kanska meiri - enn eg, men í staðin vil eg loyva mær at siga, at um tað ikki hevði verið fyri teimum fólkum, ið altíð hava verið til reiðar at taka á seg ymsar leiðsluuppgávur umframt aðrar fyrisitingarligar uppgávur, so hevði verið verri statt í dag. Bæði innan ítróttin og inn føroyska samfelagið.
Hesi fólk hava virkað hvønn dag - sum oftast á óløntum støði. Mangan hevur stríðið óiva kenst ótakksamt, men gleðin man uttan iva hava verið størri, tí øll hava tey hildið fram.
Sjáldan ella ongantíð hava hesi fólk fingið ta viðurkenning, ið tey hava uppiborið, tí í ítrótti eru tað aloftast tey, ið kappast, ið fáa umrøðuna.
Men í heyst avgjørdi stjórnin at heiðra nøkrum monnum, ið hvør á sín hátt hava sermerkt føroyskan ítrótt í nógv ár. Hvør teirra hevur uppiborið rós, nógv orð og heiðrandi umrøðu á ymsan hátt, men kenni eg teir rætt, so vilja teir helst ikki hava at ov nógv verður gjørt burtur úr. So tí bert nøkur fá orð um hvønn teirra.
Kenda røddin í ÚF
Raðfylgjan, ið nýtt verður, er tilvildarlig, tí allir hava teir uppiborið sama heiður. So - tilvild ella ikki - nýta vit alfabetið sum grund fyri hvør kemur fyrst, og hvør kemur síða.
Tann fyrsti er kendur av hvørjum mansbarni í Føroyum. Hóast tað ikki eru so nógv til aktivu ítróttarkarrieru hansara, so hevur hann havt eina slíka - til dømis bæði innan fótbólt og borðtennis. Eisini hevur hann eitt nú verið formaður í ÍSF og har verið við til at leggja lunnar undir ta skipan, sum vit virka undir í dag. Hann er ógvuliga fjølbroyttur, og seinnu árini er hann vorðin sera kendur innan aðrar tættir í føroyska mentanarheiminum. Fleiri siðdøgulig verk hava ríkað bókaheimin og á lættlisnum máli hevur hann givið føroyingum innlit í vinnutættir, sum nú eru farnir. Men ongin ivi er um, at tað tó framvegis er innan fótbóltin - og kanska serliga kappróðurin - at hann hevur gjørt vart við seg. Uttan hann vildu hesar ítróttargreinir ikki verið tað, tær eru. Hansara frásagnir hava vakt alsk til ítróttin og um hann so vil tað ella ikki, so hevur serligi frásøguháttur hansara uttan iva eggja mongum til at droyma um at royna seg í ítrótti. Sjálvandi er tað Jógvan Arge, ið vit tosa um. At hann afturat hesum hevur gjørt hópin av øðrum, ið hevur við ítrótt at gera, lata vit fara á hesum sinni, men kunnu tó ikki enda uttan at takka honum fyri hansara farmúr góðu leiðslu av eitt nú aðalfundum ÍSF?s gjøgnum nógv ár.
Hondbólturin og landa-læran eru sermerkini
Tann næsti er eisini kendur av føroyingum. Eisini útvarpið hevur gjørt, at hann er komin inn í nærum hvørja stovu. Sendingarnar, sum hann var við í gjøgnum nøkur ár vóru slíkar, ið fólk lurtaðu eftir - nøkur við gleði, onnur við bilsni. Vitanarstøði er framúr høgt og øll, ið hava við hann at gera, gleða seg yvir lætta lyndi hansara, ið eisini ger at hansara háttur at samskifta gerst sjáldsamur. Og so málnýtslan. Hon er eitt kapittul fyri seg. Nøkur eru um at sálast, tá tey hoyra hann og oyra tá slettis ikki, hvat hann í veruleikanum sigur, tí tey eru um at kvalast í teimum orðum, hann nýtir. Men fakliga innihaldið kann ikki setast fremstifingur á. Og tað kann tað heldur ikki, tá umræður tað, ið hann hevur gjørt fyri føroyska ítróttin. Alskur hansara til hondbólt hevur altíð verið stórur, og tann týdningur, ið hann hevur havt fyri bæði Neistan og Hondbóltssambandið kann ikki yvirmetast. Hansara háttur at leggja til rættis hondbóltskappingina, við pappíri og penni, er nakað fyri seg, og í hansara hondum visti ein, at kappingin var trygg.
»The grand old man«
Tann triðja er í veruleikanum ikki neyðugt at siga nakað um. Hann er ein institutión í føroyskum ítrótti - bæði sum aktivur og sum leiðari. Lokalt eins væl og á landsplani. Sjálvur havi eg havt ta gleði at kenna hann alt mítt lív og veit tí, um hvat býr undir skræðuni. Um hjálpsemi og vinarlag og um ansin, hann hevur fyri næstanum. Aktivur ítróttarmaður í meira enn hálvthundrað ár, stjórnarlimur í ÍSF síðani seksti árini, venjari og ungdóms-leiðari í fleiri ymsum ítróttargreinum, ja, hann er virkin á fleiri økjum. Líka lítið sum hann kann vera ítróttin fyri uttan, kann ítróttarrørslan vera hann fyri uttan. Maðurin er sjálvandi næstformaður ÍSF?s - av nøkrum róptur »the grand old man« innan borðtennis - aldursforsetin sjálvur Sverre Midjord.
Drúgvasti forseti ÍSF?s
Tann seinasti, sum í dag fær heiðursviðurkenning Ítróttarsambands Føroya er heldur ikki neyðugt at siga nakað um. Øll vita, hvør hann er, og øll hava á einhvønn hátt okkurt við hann at gera. nSjáldama aktivur er hann, blandar seg upp í alt millum himmal og jørð, og tykist ongantíð at vera bangin fyri at royna nakað nýtt. Einaferð var hann aktivur ítróttarmaður og var tað serliga róðurin, ið hevði alsk hansara. Hann royndi seg eisini innan fótbólt, men eg haldi, at æði hann og fótbólturin skjótt komu ásamt um, at tað var ikki har, at hansara framtíðlá. Í staðin kom hann inn í fyriskipanina, fyrst og fremst sum felagsformaður, síðani sum skrivari í starvsnevndini og seinastu nítjan árini sum forseti ÍSF?s. Gjøgnum hesi árini, við nógvum broytingum av øllum møguligum slag, hevur eydnast honum at stýra skútuni gjøgnum vandasjógv. Mangan hevur brotið í bæði borð og av og á hevur verið tosað um myttarí millum partar av manningini. Men enn er hann her - maðurin, ið hevur stjórnað ÍSF longri enn nakar annar, maðurin, sum næstan er vorðin symbol upp á ÍSF og sum stendur við róðrið, nú skútan stevnir inn í 21. øld - í eitt nýtt túsundár, Heðin Mortensen










