Norðurlandahúsið var nærum fullsett til báðar sýningarnar sunnudagin, tá Havnar Fimleikafelag hátíðarhelt teirra níti ára føðingardag við eini gallaframsýning
Í morgin kann størsta fimleikafelagið í Føroyum halda 90 ára føðingardag. Í hesum sambandi verður nógv gjørt burturúr fimleikaárinum 1999/2000, og tað størsta tiltakið var ivaleyst tann stóra gallasýningin í Norðurlandahúsinum sunnudagin.
Umleið 300 fimleikarar av teimum 1000 limunum í HF luttóku í gallasýningini. Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í Havnar Fimleikafelag, segði fyrst nøkur orð um felagið og takkaði annars øllum leiðarunum fyri, at teir høvdu gjørt tað møguligt at hildið hesa gallasýningina. Síðan var klárt hjá teimum 300 fimleikarunum at fara ígongd við teirra framførslu.
Breiddin væl víst
Frá byrjan sást, at hetta fór at verða ein góð framsýning, tí fyrsta framførslan var sera hugtakandi og væl úr hondum greidd. Tað sást týðiliga, at talan var um teir frægastu rútmisku fimleikararnar felagið eigur, tí fimleikararnir vóru sera fríir og dugdu síni kynstur. Sum framsýningin helt fram fekk áskoðarin alskyns fimleik at síggja. Reiðskapsfimleikur og rútmiskur fimleikur avloysti hvørt annað, og ymiskur handreiðskapur var eisini nýttur til at gera sýningina meira showeyðkenda.
Sigast má, at HF megnaði væl at vísa breiddina í fel-agnum. Fimleikararnir vóru í flest øllum aldursbólkum, og væl var býtt, tá hugsað verður um kynsbýti. Harafturat vóru bæði elitan og breiddin í felagnum víst, og hesi bæði styðjaðu sera væl hvørt annað. Stuttligt er eisini at síggja eina so breiða samansjóðaða eind vísa, hvat fimleikur er, tí eyðkenni fyri fimleik herheima hjá okkum er jú, at hann er fyri øll.
Tað sermerkta við Havnar Fimleikafelag í mun til onnur feløg er, at hetta er tað einasta fimleikafelagið, sum hevur klárað at hildið so væl uppá fólkið, tá ið hugsað verður um motiónsfimleik. Hetta sæst sera sjáldan úti í fimleikafeløgunum, og tað er harmiligt, tí ein heilt ávís sjarma er við at síggja hesar fimleikararnar, sum flestir hava gjørt fimleik í ein heilan mansaldur, kýta seg til eina framførslu. Serliga stuttligt var at síggja menninar við Torkili á odda gera fimleik eftir tónleiki, sum hugsast kann at vera nýttur fyrr í tíðini til fimleik. Um eitt elitulið skal takast fram, má sigast at reiðskapsfimleikurin við 1. liði var sera væl framførdur, og alt var sera væl lagt til rættis av venjarunum.
Stórt arbeiði lagt í
Teir flestu leiðararnir í felagnum høvdu gjørt sín part av framsýningini, men tað vóru tær báðar Karina Nattestad og Anni Kyster Durhuus, sum høvdu tikið stig til hetta tiltakið. Framsýningin tók ein tíma íalt, og hesin tímin gekk skjótt, tí áskoðarin fekk ikki stundir at keða seg.
Sjálvt um tað vóru nógv lið við í sýningini, gekk alt sum eftir einum spori, tí fimleikararnir vistu akkurát, nær og hvar teir skuldu verða. Onkuntíð vóru kanska í so nógv fólk á pallinum, sum gjørdu ymiskan fimleik, men sum heild var framførslan góð.
Av tí, at fimleikaárið ikki byrjar fyrr enn í septembermánað hevur felagið ikki havt so langa tíð at venja fram til gallasýningina. Hetta sást tó ikki í framførsluni, tí tað skal nógv arbeiði leggjast í, tá so nógvir fimleikarar skulu samansjóðast til eina eind, og hetta var væleydnað.
Norðurlandahúsið er sera vælegnað til fimleikaframførslu, tí venjararnir hava størri møguleikar at brúka samanspælið millum ljós, ljóð og rørslur. Vónandi verða fleiri líknandi tiltøk í framtíðini fyriskipað í Norðurlandahúsinum.
Havnar Fimleikafelag ætlar annars at skipa fyri fleiri tiltøkum í komandi ári, sum serliga eru ætlað børnum. Skipað verður fyri fimleikadøgum fyrst í komandi ári, og annars er eisini ætlanin at hava innanhýsis kappingar í felagnum komandi ár. Alt hetta fyri at menna felagið.
Vit vilja ynskja Havnar Fimleikafelag tillukku við degnum og øll góð ynskir framyvir.