Tað koma árliga uml. 120 bøkur út á føroyskum, og størsti parturin av teimum er við í skránni. Har verður hvør bókin lýst við mynd og teksti í evnisbólkum, har bókin hoyrir heima, so lætt er at gera sær eina heildarmynd av øllum teim nýggju bókunum.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum leggur arbeiðið til rættis, og teir bókaútgevarar, sum ætla sær at vera við, eiga at venda sær hagar skjótast tilber. Bókajól verður sent út í november.