Kappingin stendur millum Havnina og Klaksvíkina

Talv: Eftir at havnarmenn og klaksvíkingar vunnu stórsigur í 4. umfari móti ávíkavist sandavágsmonnum og hvalvíkingum, er líkt til, at Havnin og Klaksvíkin fara at togast um meistaraheitið

Havnarmenn fóru til Sandavágs við vón um stórsigur, og júst soleiðis bleiv tað eisini. Úrslitið varð 4-0 til havnarmenn.

Tvey tey síðstu umførini hevur Flóvin Tór Næs umboðað Havnina á 1. borði, men hetta varð møguliga síðstu ferð í hesum kappingarári, at vit sóu hann á havnarliðinum. Hann fer um heilt stutta tíð til Hollands at telva eina stóra kapping og seinni til aðrar kappingar í Evropa.

Flóvin vann á 1. borði móti Torkili Nielsen. Torkil slapp at telva ta byrjan, honum dámar best, tann opna spanska variantin, men Flóvin kennir eisini væl hesa byrjan og hevði fyrimun alt talvið. Men talvið varð drúgt, og ikki fyrr enn farið varð um fimta tíma, gavst Torkil.

Berhard Augustinussen úr Sandavági var ikki við móti Havnini, og tískil sat Gutti Petersen á 2. borði móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Gutti legði varliga fyri við hvíta fólkinum, meðan Carl Eli gjørdi tað mótsetta. Gutti varð trýstur og misti fyrst eina og so tvær finnur, og stutt eftir gav hann skarvin yvir.

Talvið á 3. borði, millum Hera Christoffersen úr Sandavági og Herluf Hansen úr Havn var heldur fløkjut. Teir skiftust um at eta finnur frá hvørjum øðrum, men Herluf stóð hvørja ferð eitt vet betri eftir hvørja máltíð. Heri tapti at enda uppá tíð, men tá hevði Herluf vunna støðu.

Á 4. borði leiktu Martin Poulsen úr Havn móti Sonna Nielsen úr Sandavági. Haldur Suni Johansen var ikki við hesaferð á havnarliðnum, men Martin gjørdi tað ikki verri og vann. Hann fekk lítlan fyrimun í byrjanini og fekk sær eina frífinnu, sum píndi Sonna alt talvið. Eftir tíðarneyðina gavst Sonni.


Enn ein stórsigur

Havnarmenn høvdu ta vón, at hvalvíkingar fóru at taka nøkur stig frá verandi FM-liðnum úr Klaksvík, men klaksvíkingar vunnu heili 3,5-0,5 og fylgja tí væl við í oddastríðnum. Klaksvíkingar vóru fyri fyrstu ferð í ár fullmannaðir, meðan hvalvíkingar hinvegin manglaði Finnbjørn Zachariassen.

Martin Brekká og Rani Nolsøe leiktu javnt á 1. borði. Talvið var sera drúgt. Martin kom væl frá byrjanini, men í miðspælinum fekk Rani fyrimun, og leingi var líkt til, at Rani fór at vinna, men Martin fann eina langa bjargingarætlan, sum gav honum tað hálva stigið.

Á 2. borði vann Ólavur Simonsen trygt móti Gunnar Joensen. Gunnar fór í stuttu borg, meðan Ólavur fór í longu borg, og tað viðførdi álop frá báðum síðum. Ólavur var skjótari, álopið reyk ígjøgnum, og hann vann talvið. Gunnar kundi tó vart seg betri, men var óneyvur.

Talvið millum Steintór Rasmussen og Bergur Magnussen vardi ikki leingi, tí eftir bert 17. leikir legði Bergur kongin. Tað sá annars javnt út í byrjanini, men Bergur var eini tvey tempo afturúr, og tað revsaði Steintór.

Hendrik Eskildsen, sum ikki hevur telvað heima í Føroyum í eini 5 ár, var aftur at síggja á hvalvíksliðnum. Hann tapti á 4. borði móti Tummas Martin Anthoniussen. Hendrik var heldur passivur, tí í miðspælinum fekk Tummas Martin avgerandi álop, men Hendrik fekk sníkt sær undan við at ofra frúgv fyri rók og mann, og talvið sá knappliga javnt út. Men Hendrik gjørdi síðani eitt mistak og tapti.


Botndysturin

Dysturin millum nr. 5 og 6, Toftir og Kollafjørð, endaði við einum 2,5-1,5 sigri til toftamenn. Kollfirðingar møtti við bert trimum monnum, og við hetta lag enda teir við vissu aftast tá kappingin avtornar.

Á 1. borði fekk Hans Kristian Simonsen úr Kollafjørði eitt gott úrslit móti fyrrverandi føroyameistaranum, Jens Christan Hansen. Talvið endaði javnt, men sigast kann, at tað í roynd og veru var Jens Christian, ið fekk remis, tí Hans Kristian fekk finnu í miðspælinum og átti helst at vunnið. Hetta var eitt spennandi talv, har báðir komu í tíðarneyð.

Helgi Joensen og Karl Louis leiktu somuleiðis javnleik á 2. borði. Teir byrjaðu stilt, men Helgi fekk fyrimun, áðrenn hann seinni misti finnu, men stóð somikið gott, at talvið endaði javnt.

Asbjørn Hansen og Ronny í Lon leiktu eisini javnt á 3. borði, men tað var Asbjørn, sum stóð betri tá teir tóku javnleik.

Kollfirðingar høvdu ongan fjórða mann, og tískil vann Oddmar Andreassen úr Toftum uttan dyst.


Støðan er nú henda:


Havnin14stig

Klaksvík 11,5stig

Hvalvík7stig

Toftir6,5stig

Sandavágur6stig

Kollafjørður3stig