Seinastu mongu árini eru milliardir av krónum lagdar í útjaðarin - eins og í miðøkið. Vegakervi er gjørt, eins og havnir, hús og bygningar. Tað hevur tilsaman kravt milliardir av íløgum.
Um útjaðarin verður avtoftaður eru hesar milliardir allar farnar fyri skeyti. Tað hava vit ikki ráð til!
Hví flyta fólk frá útjaðaranum?
Tað er ein sera áhugaverdur spurningur í føroyingar eiga at stilla sær ídag. Tað er neyðugt at allir politikkarar landsins royna at svara uppá hendan spurning. Helst er ikki lætt at finna svarið, men eitt ella fleiri svør eru. Tað verður nevnt, at tað er eitt ?trend? í tíðini. Spurningurin er hví so er. Tosa verður í okkara tíð sera nógv um fríar marknaðarkreftir, og at politikkarar ikki skulu ávirka hesar. Hesum eri eg sum liberalur politikkari samdur í. Men hyggja vit eftir landi okkara ídag eins og seinastu mongu árini, so skerst ikki burtur, at politikkarin við at blanda seg ella við at lata vera við at blanda seg hevur latið eina gongd farið fram her á landi, ið fyri ein stóran part hevur virka kappingaravlagandi, til gagn fyri miðøkið.
Taka vit ríkisveitingina, fellur hendan fyri ein stóran part í miðøkinum. Taka vit landsskattin, so rokni eg við, at ein stórur partur av hesum eisini verður nýttur í miðøkinum. T.v.s. at helst fær miðøkið bæði fær ein stóran ríkisstuðul eins og ein stóran part av tí, ið goldið verður í landsskatti her á landi. Spurningurin er sostatt um ikki ein beinleiðis stuðul er farin fram av miðøkinum við almennum krónum, fyri ein part fluttar frá útjaðaranum. At hetta so aftur møguliga ?smittar av?, soleiðis at bygdarøkini kring miðøki fáa eitt sindur av arbeiði av hesum, er bert náttúrligt.
Men mín niðurstøða er tann, at fólk serliga flyta til miðøki fyri at fáa eitt arbeiði, ið møguleiki ikki er fyri á útjaðaranum. Og tað er galdandi nærum arbeiðir innan øll økir.
Er tað neyðugt?
Eftir míni hugsan er ikki neyðugt at soleiðis er. Men tað er ein landstrupulleiki ið politikkarar á Føroya Løgtingi eiga at taka sær av og loysa soleiðis at útjaðarin ikki doyr út. Um onki verður gjørt, verður tað nevniliga úrslitið.
Hava vit ráð?
Tað er ikki minst ein spurningur, um vit hava ráð til eitt slíkt samfelagsligt oyðsl. Tað eru lagdar milli-ardir av krónum í útbygging av útjaðaranum. Talan er um veganet, el, vatn, havnir, skúlar, bygningar og hús. Tilsamans nógvar milliardir krónur. Hava vit ráð til at kasta hetta burtur? Eftir míni hugsan er svarið eit greitt nei!
Ætlanin er nú, hoyra vit, at byggja 250 nýggj hús í Tórshavn.
Er tað neyðugt, tá ið áleið sama tal av húsum helst koma at standa tóm í útjaðaranum, har somuleiðis at kalla ongi hús vera bygd? Við vegum og installatiónum meti eg, at nevnda íløga kemur at kosta umleið 250 - 350 milliónir krónur. Hendan íløga er longu gjørd á útjaðaranum fyri ein stóran part - og skuldi tí verið óneyðug. Tí betur hevði hesin peningur farið til at fingið annað virksemi í gongd.
Útjaðarin má ikki svavast!
Um útjaðarin ikki skal tømast fyri fólk, og stór virðir fara fyri skeyti, er neyðugt at politiski myndugleikin viðgerð hetta álvarsmál - og ger nakað við hendan spurning. Orð eru ov lítið í hesum høpi.
Sjálvur meti eg, at miðøkið kann verða eitt lokomotiv í ætlananum at styrkja útjaðarin. Eit sterkt miðøki styrkir landið. Tað ger ein sterkur útjaðari eisini! At drepa útjaðarin fyri at styrkja miðøki, ger landi veikari!
Vinarliga
Marjus Dam, løgtingsmaður