Oljuútgerðarstøð eitt politiskt mál

Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins hevði eisini orðið undir viðgerðini av 1. útbjóðing á tingi í farnu viku. Hann vísti m.a. á, at eitt ynski frá flokkinum um at fáa útsett viðgerðina í nakrar dagar, soleiðis at flokkurin fekk sett seg í samband við sakkøn fólk, bleiv blankt víst aftur av formanninum. Hann metti tað vera eitt av teimum størstu málunum, sum eru til viðgerðar á Føroya løgtingi í 90-unum, og tí undraði tað hann, at tað ikki bar til at fáa meiri tíð.

Tað var m.a. út frá hesum, at hann spurdi: -Hví er 2% í framleiðslugjaldi tann ævigi sannleikin? Hvør sigur at 2,5% ikki er tað rætta, ella 3,0 ella 3,5? Hann helt ikki nakran í tinginum verða føran fyri at tjakast um, hvat eitt rímuligt framleiðslugjald er.

Hann nevndi eisini loyvisgjaldið og samanbar, hvat ein entreprenørur hevði verið noyddur at seta í trygd fyri at bjóða uppá nýtt løgtingshús í mun til hvat oljufeløgini skulu betala fyri at bjóða uppá føroyska landgrunnin.

-Er 100.000 kr. eitt rímuligt gjald? Kundi tað ikki eins væl verið 300.000 ella hálv millión ella kanska ein millión. Hvør kann svara tí?

Formaður javnaðarfloksins hevðist at Vinnuhúsinum, sum hann helt tekur sær patent uppá at koma við tí æviga sannleikanum um, hvat er rætt og skeivt. -Nú sigur sama Vinnuhús, at politikararnir skulu ikki leggja seg út í, hvar ein útgerðarhavn skal liggja. Tá sigur tað í veruleikanum, at Føroya fólk skal ikki leggja seg út í hetta mál. Arbeiðsgevarin í Føroyum sigur, at hóast ráevnini í undirgrundini eru ogn hjá Føroya fólki, so skal tað føroyska fólkið ikki úttala seg um tann spurningin. Tað eru bara arbeiðsgevararnir sum skulu tað.

Annars helt Jóannes Eidesgaard tað vera undrannarvert nú stutt eftir, at vit fingu eitt álit um alment oljufelag, at hoyra heilt aðrar grundgevingar fyri og ímóti enn tað, sum varð niðurstøðan í tí álitinum.

Hann vildi eisini hava eitt boð uppá, at Føroyar fáa eina optión við í øll loyvi, sum givin verða, og sum letur upp fyri tí møguleika, at vit kunnu fara inn, har vit ynskja tað.

-Vit kunnu so avgera at annulera optiónina ella gera brúk av henni. Hann heitti á Vinnunevndina um at taka henda spurningin upp í størsta álvara.

Jóannes Eidesgaard segði, at javnaðarflokkurin er sannførdur um, at oljuútgerðarstøðin er ein politiskur spurningur.

-Trupulleikin í Føroyum í dag er tann, at tað er eitt ávíst øki, sum allar tíðina hevur havt fyrimunir. Og tað verður ein politisk uppgáva at mótarbeiða ella seta eina mótvekt móti tí yvirvág, sum ávís øki í landinum hava.

Vit mugu taka eina avgerð um útgerðarstøðina. Tí vil javnaðarflokkurin vónandi saman við øðrum flokkum formulera eitt uppskot í Vinnunevndini, soleiðis at løgtingið kemur at taka spurningin upp serskilt.

Tá man manglar dirvi til at gjøgnumføra eitt politiskt mál, so er tað oftani lættari at útseta tað. Hetta er tað landsstýrismaðurin ger bæði viðvíkjandi almennum oljufelag og útgerðarhavn.

Jóannes Eidesgaard helt, at løgtingið hevur ført ein sera professionellan oljupolitikk síðani 92 og vónaði hann, at vit eisini í hesi fasuni gera tað sama og taka tær røttu avgerðina til røttu tíð. Tíðin er røtt nú at avgera hasi tingini, eisini fyri at forða fyri at kommunur ikki fara út og gera óneyðugar íløgur. Kann man so haraftrat fáa loyst fleiri trupulleikar í eini avgerð, vil eg mæla til, at vit í løgtinginum taka hann upp.