møguliga tí trupult varð at fáa eykalutir undir krígnum. Motorurin bleiv seinni brúktur í eini skipsjollu, meðan bilurin tí ikki varð afturgjørdur. Teir, sum minnast bilin, siga, at alt var sera fínt gjørt [...] dupulta tendring og dupult sett av tendriproppum. Eisini vóru tríggir møguleikar at fáa bensin fram til motorin, tann seinasti við at seta trýst á tangan. Eisini vóru hjólini gjørd við fleiri, men tynnri, snældum [...] Mangan hevur verið tosað um, at Rolls Royce bilarnar vóru best gjørdu bilar, ið vóru til. Fritleif Johannesen kom til Føroyar í 1934 við einum tílíkum bili. Hendan Rolls Royce bilin yvirtóku Óla Jákup
ivi um, at talan var um ein fusara ? bæði hvat spælinum og áhuganum viðvíkur. Danir eru samdir í, at um traditiónin skal varðveitast, so skal dysturin spælast, tá hann upprunaliga var ætlaður at verða spældur [...] SUPERCUP Í DANMARK Í Danmark hava teir tey seinastu árini roynt at birta lív í traditiónina, sum er kend frá Onglandi, har meistaraliðið og steypavinnarin spæla fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum. [...] síðst í juli varð farið undir nýggju superliguna, søgdu teir tað av praktiskum ávum ikki vera møguligt at seta sjøtul á við uppgerðini millum meistaraliðið og steypavinnararnar. Tí varð dysturin útsettur til
heimaliðið, men tá dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vóru teir í Hvidovre fegnir um, at tað hevði eydnast teimum at vinna 4?3. Tá 26 minuttir vóru farnir, var Hvidovre frammanfyri 4?0. Longu í 5. minutti [...] minuttirnar var talan um stórt stríð, sum Hvidovre megnaði at koma burturúr. Øssur skaddur Tá landsliðið var í Slovenia, tóktist Øssur Hansen ikki at vera so væl upplagdur, sum hann ofta hevur verið á landsliðnum [...] var fyrst og fremst, at Øssur undir upphitingini til landsdystin fekk ein løst í ryggin. Pínan var nógv, og síðani hann kom aftur til Danmarkar, hevur Øssur ikki verið førur fyri at venja saman við liðfeløgunum
hesar dagararn forlagið heldur til á Torginum. Til ber eisini hjá áhugaðum at tekna seg um lim í bókaklubba Sprotans, og binda seg at keypa 4 bøkur árliga. Teknar tú sum lim í bókaklubba Sprotans í SMS, kanst [...] litprydda sagnasavnið "Fram við strendur" fáa bøkurnar fyri helvtarprís. Eisini er vert at leggja til merkis, at um tú keypir fleiri enn 10 bøkur - sum kanska fleiri gera, nú jólini nærkast, og jólagávurnar [...] SMS hósdagin, fríggjadagin og leygardagin vil Sprotin vísa á mongu útgávur forlagsins, sum eru verdar at lesa, men sum tíverri ov fá vita um. Hesar báðar dagarnar kunnu vitjandi á Torginum í SMS ogna sær
júst tí tað var nýtt, tað vendi upp og niður upp á alt og fekk fólk at hugsa um, at sjónleikur var nakað, ið ein setir tíð av til at arbeiða við. Er hetta júst eisini ein viðurkenning av lívsverkinum, [...] um hann er samdur við tí, sum sagt verður í grundgevingini fyri at lata honum virðislønina, svarar Eyðun játtandi, men leggur afturat, at sjálvur er hann eisini glaður fyri leikir sum Dreymur Jóansøkunátt [...] krónur, verður í ár latin Eyðuni Johannessen, leikstjóra. Hann fegnast sjálvsagt, men sigur eisini, at hann gjørdist bilsin, tá hann fekk boðini. - Eg gjørdist bilsin og eitt sindur í ørviti, sigur Eyðun
barnafilmar, sigur Bogi. Hann vísir á, at C-it fer at fáa nýggjar filmar heim hvørja viku, og tí verður tað altíð áhugavert at vitja handilin, um tú ætlar tær at leiga ein góðan film. Kioskvørur - Enn [...] Bogi sigur, at úrvalið av filmum er stórt, og her eru bæði vanligir video-filmar og DVD-filmar, ið eru filmar á fløgu. Hvussu stórt úrvalið er, vil hann ikki siga ítøkiliga, men vit skilja, at hetta er størsta [...] Enn er handilin so nýggjur, men eg haldi, eg havi rakt seymin á høvdið. Fyrstu dagarnir hava víst, at tørvur er á einum handli, sum hevur eitt stórt og fjølbroytt úrval av videofilmum, sigur Bogi Olsen. Umframt
men komandi vetur rigga vit seglini til aftur, so øll fáa møguleika at kunna seg við hetta spennandi spælið. Kanska átti man heldur at sagt ítrótt, tí bridge er ein kappingargrein burturav. Hvør hoyrdi [...] til EM í summar, og ætlanin er at halda fram við luttøku í altjóða kappingum, sum eru bæði fyri menn (opið rað), kvinnur, unglingar og veteranar. Bridge er eisini um at verða viðurkent sum ítróttargrein [...] til at hugna um tey myrku vetrarkvøldini. Øll kunnu spæla bridge. Ung, gomul, kvinnur og menn kunnu øll dystast á jøvnum føti. Tað finnast ikki nógvar ítróttargreinar, har tú hevur møguleika at spæla
høvdu ynskt. Men hetta forðar ikki ferðafólkunum, ið at koma til landið. Ferðafólk eru at síggja nærum allastaðni, og eisini í Tøting er ein rúgva at gera nú summarið er komið til landið. Inni í sjálvum [...] summarið hava vit eina rúgvu at gera, sigur Hallbera Ólavsdóttir Kristiansen, stjóri á Tøting í Gøtu. ? Her koma nógv fólk um hesa tíðina av árinum. Hallbera greiðir frá, at tey flestu hava eina troyggju [...] stólar standa á gólvinum, og angurin av kaffi stendur heilt út til hurðina. ? Ferðafólkunum dámar væl at koma her, og so seta seg í caféini eina løtu. Og her vitjar eisini rættiliga fitt av fólki. Tað er
KONSERT Ólavsøkan nærkast við øllum tí, ið tjóðarhátíðin hevur at bjóða uppá. Tiltøkini plaga at vera nógv á ólavsøku, og tað skortar heldur ikki í døgunum undan og eftir ólavsøku. Sunnudagin og mánadagin [...] Kommunuskúlagarðinum, sum plagar at vera størsta einstaka tónleikakonsertin í árinum. Longu hóskvøldið - í kvøld ? kl. 20.00 vóna fyrireikararnir av einari konsert í Hoydølum at fanga fólk í ólavsøkuhýri. [...] Tríggir tónleikabólkar, Páll Finnur Páll, Gruv og Déja Vu, trína fram á pallin fyri at lufta eitt sindur av tí, ið teir hava at bjóða uppá. Fyrireikararnir lova eitt kvøld við góðum og ? til tíðir ? eitt sindur
savna pening til okkurt, tey fara at gera í framtíðini. Foreldur og/ella onnur í familjuni keypa eplini, og peningurin verður settur á hesa felagskonto. Hetta er aðru ferð, at hesir næmingarnir velta epli í [...] vóru fyritreytirnar? Hvussu sær bygdin út í dag? Tað er stuttligt hjá næmingunum at sleppa út um skúlans gátt við hvørt at takast við ymiskt í náttúruni. Næmingarnir í 6. flokki við Tofta skúla hava roynt [...] vit eina grein um hesa eplavelting í Sosialinum, og nú eplini eru komin uppúr aftur moldini, fara vit at siga frá, hvussu hildnaðist. Veltan í Rytuvík var ein flagvelta. Børnini settu 1200 setepli niður av