Troyggjur til norðurlendingar

Syðrugøta: Summarið stendur í hægsta blóma, sjálvt um sólin ikki hevur kagað so nógv fram, sum vit kanska einaferð høvdu ynskt. Men hetta forðar ikki ferðafólkunum, ið at koma til landið. Ferðafólk eru at síggja nærum allastaðni, og eisini í Tøting er ein rúgva at gera nú summarið er komið til landið.
Inni í sjálvum handlinum er rættiliga rúmligt. Angurin av tøvdari ull er eyðkendur. Men har eru ikki bara troyggjur. Tú fært handskar, jakkar, húgvur, ullvørur, bøkur um Føroyar, lunda-bamsur, dukkur í føroyskum klæðum, føroyskar fløgur, hondmálað krúss, øskubikar og mangt, mangt annað.
? Ja, nú um summarið hava vit eina rúgvu at gera, sigur Hallbera Ólavsdóttir Kristiansen, stjóri á Tøting í Gøtu.
? Her koma nógv fólk um hesa tíðina av árinum.
Hallbera greiðir frá, at tey flestu hava eina troyggju í skjáttuni tá tey fara út aftur.
? Tað eru mest norðurlendingar, sum keypa her, og troyggjurnar eru best umtóktar. Norðmenn, íslendingar, danir og sviar.
Inni í Tøting er eisini ein lítil café. Hetta dámar ferðafólkunum stak væl. Borð og stólar standa á gólvinum, og angurin av kaffi stendur heilt út til hurðina.
? Ferðafólkunum dámar væl at koma her, og so seta seg í caféini eina løtu. Og her vitjar eisini rættiliga fitt av fólki. Tað er ójavnt teir ymsu dagarnar, hvussu nógv fólk vitjar í handlinum. Um veðrið er gott og sólin skínur, so eru ikki so nógv fólk her, men um veðrið er eitt sindur verri, so hava vit fleiri fólk á gátt, greiðir Hallbera frá.
Á teimum undanfarnu gøtustevnunum hevur onkuntíð verið skipað fyri mótasýning, men Hallbera hevur ikki frætt um nakra í ár.
? Men gøtumenn eru í stevnuhýri, sigur Hallbera at enda.