SUPERCUP Í DANMARK
Í Danmark hava teir tey seinastu árini roynt at birta lív í traditiónina, sum er kend frá Onglandi, har meistaraliðið og steypavinnarin spæla fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum.
Tá tað síðst í juli varð farið undir nýggju superliguna, søgdu teir tað av praktiskum ávum ikki vera møguligt at seta sjøtul á við uppgerðini millum meistaraliðið og steypavinnararnar. Tí varð dysturin útsettur til sunnukvøldið. Hetta vikuskiftið var ikki spælt í superliguni, tí landsdystur var á skránni.
Silkeborg og FCK vóru undir nýggja takinum í Parkini sunnukvøldið. Og tað er eingin ivi um, at talan var um ein fusara ? bæði hvat spælinum og áhuganum viðvíkur. Danir eru samdir í, at um traditiónin skal varðveitast, so skal dysturin spælast, tá hann upprunaliga var ætlaður at verða spældur. Sammett við dystin á sama vøllinum eitt samdøgur frammanundan, var munurin sum millum dag og nátt. UEFA og FIFA fløggini hingu framvegis á stongunum, men annars var alt øðrvísi ? eisini tað at hesa ferð var tak yvir vøllinum (fyri fyrstu ferð nakrantíð í Danmark), meðan fýrverkið leygarkvøldið var undir opnum himli.
Eingin spenningur
FCK vann 2?0, og tað var rudduliga uppiborið í dysti, har tað ikki vóru so nógvir upplagdir málmøguleikar. Zuma legði í 1. hálvleiki FCK framum við skoti av brotsteigarmarkinum, og trettan minuttir undan leikloki staðfesti Carsten Fredgaard við góðum frísparksmáli av brotsteigarmarkinum.
FCK hevði givið nógvum av føstu monnunum frí. Tí fingu fleiri av eykaspælarunum møguleika at vísa, hvør dugur er í teimum. Todi Jónsson var ikki á FCK liðnum. Álopsfelagin hjá Zuma var hesa ferð Thomas Røll, sum vanliga er miðvallari, og sum FCK fyrr í summar keypti frá júst Silkeborg.
Hjá Silkeborg sá ikki gott út. Ein tann frægasti spælarin hjá teimum var verjuspælarin Zivkovic. Hann missa teir á nýggjárinum, tí hann hevur skrivað sáttmála við annað felag ? við FCK!










