Óli skoraði enn eina ferð

Øssur Hansen sat uttanfyri við skaða frá landsliðsferðini í Slovenia, tá B93 fekk trý stig á heimavølli

 

1. DEILD DANMARK


Mikukvøldið vóru øll feløgini í næstbestu donsku deildini í eldinum. Og hesa ferð vunnu bæði feløgini hjá føroysku landsliðsspælarunum.

Óli Johannesen, komandi B68 venjarin, Frank Skytte, og Hvidovre høvdu vitjan av Fredericia. Fyrstu løtuna bendi alt á stórsigur til heimaliðið, men tá dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vóru teir í Hvidovre fegnir um, at tað hevði eydnast teimum at vinna 4?3.

Tá 26 minuttir vóru farnir, var Hvidovre frammanfyri 4?0. Longu í 5. minutti skoraði Óli Johannesen fyrsta málið.

Teir bara 316 áskoðararnir vóru í góðum hýri fyrstu tríggjar fjórðingarnar av tíðini, og tað høvdu teir alla orsøk at vera. Men so bitu teir negl síðstu løtuna. Fredericia minkaði um munin í 72. minutti, og átta minuttir seinni var støðan 4?3. Í sambandi við síðsta málið, sum varð skorað upp á brotsspark, misti Hvidovre málverjan, og síðstu tíggju minuttirnar var talan um stórt stríð, sum Hvidovre megnaði at koma burturúr.


Øssur skaddur

Tá landsliðið var í Slovenia, tóktist Øssur Hansen ikki at vera so væl upplagdur, sum hann ofta hevur verið á landsliðnum. Øssur varð skiftur út, og Súni Olsen kom á vøllin.

Orsøkin var fyrst og fremst, at Øssur undir upphitingini til landsdystin fekk ein løst í ryggin. Pínan var nógv, og síðani hann kom aftur til Danmarkar, hevur Øssur ikki verið førur fyri at venja saman við liðfeløgunum í B93.

Tí var hann ikki á liðnum mikukvøldið. Tað vóru bara 155 áskoðarar á Østerbro stadion, og teir sóu B93 vinna 1?0 ímóti FC Århus. Málið skoraði Thomas Høy, tá seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt.

Herfølge hevði vitjan av Randers Freja, sum varð sent aftur til Jyllands við 2?0 tapi.