Tjóvstarta ólavsøkuna hóskvøldið

Hóskvøldið fara nakrir tónleikabólkar á pallin í Studentaskúlanum í Hoydølum. Ætlanin er at tjóvstarta ólavsøkuna

KONSERT

Ólavsøkan nærkast við øllum tí, ið tjóðarhátíðin hevur at bjóða uppá. Tiltøkini plaga at vera nógv á ólavsøku, og tað skortar heldur ikki í døgunum undan og eftir ólavsøku. Sunnudagin og mánadagin verður sjálv ólavsøkan hildin, men longu leygardagin verður tann árliga ólavsøkukonsertin hildin í Kommunuskúlagarðinum, sum plagar at vera størsta einstaka tónleikakonsertin í árinum.
Longu hóskvøldið - í kvøld ? kl. 20.00 vóna fyrireikararnir av einari konsert í Hoydølum at fanga fólk í ólavsøkuhýri. Rútmiskakórið í Hoydølum skipar hóskvøldið fyri einari konsert í samkomuhøllini á Studentaskúlanum í Hoydølum.
Tríggir tónleikabólkar, Páll Finnur Páll, Gruv og Déja Vu, trína fram á pallin fyri at lufta eitt sindur av tí, ið teir hava at bjóða uppá.
Fyrireikararnir lova eitt kvøld við góðum og ? til tíðir ? eitt sindur øðrvísi tónleiki. Kostnaðurin er 30 kr. fyri eitt atgongumerki, men so sleppur tú eisini at vera alt kvøldið.

Um bólkarnar
Páll Finnur Páll, sum hevur nøkur ár á baki, hevur m.a. spælt á Jassfestivalum og til nøkur hugnakvøld í Hoydølum. Bólkurin, sum er oyrakrás fyri svakar lendar, er í løtuni í studio og taka fløgu upp, sum vónandi kemur út seinni í summar. Talan er um akkustiskan heimagjørdan kattatónleik við undirhaldandi føroyskum tekstum.
Gruv er ein heilt nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum. Hóast hetta verður fyrsta almenna framførslan, hava limirnir roynt seg áður í øðrum samanhangi so sum Godspell, Ársins Songrødd, Daybreak, Cantabile o.ø . Forsangari er Christina Elisabeth Mørkøre. Tónleikastílurin, bólkurin hevur lagt seg eftir, er funk- og soul-ávirkaður pop-tónleikur.
Déja Vu er ein bólkur, sum hevur tikið seg nógv fram í seinastuni. Teir hava m.a. júst verið í Danmark í eini tónleikakapping, har teir stóðu seg sera væl. Déja Vu luttekur eisini á Ólavsøkukonsertini.
Konsertin byrjar kl. 20.00 í Hoydølum.