Bridge
Leggja til brots aftur
Bridgefeløgini í Havn hava síðan eina ferð í seksti árunum regluliga skipað fyri frálæru í bridge. Árið í fjør var eitt undantak, men komandi vetur rigga vit seglini til aftur, so øll fáa møguleika at kunna seg við hetta spennandi spælið. Kanska átti man heldur at sagt ítrótt, tí bridge er ein kappingargrein burturav. Hvør hoyrdi ikki tíðindini frá EM í Italia í summar?
Ítróttargrein við møguleikum
Bridge er avgjørt ein kappingargrein, har tey smáu londini eisini hava møguleika at gera seg galdandi. Í 1990 gjørdist Ísland heimsmeistari í bridge ? eitt roysni, tey í grannalandi okkara minnast við stoltleika. Føroyar vóru fyri fyrstu ferð til EM í summar, og ætlanin er at halda fram við luttøku í altjóða kappingum, sum eru bæði fyri menn (opið rað), kvinnur, unglingar og veteranar.
Bridge er eisini um at verða viðurkent sum ítróttargrein til vetrar OL.
Eitt spæl fyri øll
Men bridge má fyrst og fremst metast sum eitt frítíðarítriv til at hugna um tey myrku vetrarkvøldini.
Øll kunnu spæla bridge. Ung, gomul, kvinnur og menn kunnu øll dystast á jøvnum føti. Tað finnast ikki nógvar ítróttargreinar, har tú hevur møguleika at spæla saman við unnusti tíni ella abba tínum.
Tilmelding
Bridgeskúlin er við í vetrarskránni hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla sum frítíðarvirksemi. Frálæra og spæl fyri nýbyrjarar verður í Bridgehúsinum í Gundadali, gamla HB húsinum, hvørt mánakvøld í vetur millum klokkan 19 og 22. Lærari í vetur verður Arnbjørn Sivertsen. Vit byrja mánakvøldið 30. september.
Kostnaðurin fyri hvønn er einans 100 kr fyri allan veturin, umleið 15 kvøld tilsamans. Tilmelding er á skrivstovuni hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla, tel 31 77 55, ella heima hjá Arnbjørn Sivertsen, tel 31 91 42.