Hós- fríggja- og leygardagin hevur Forlagið Sprotin forkunnugt og spennandi sølutiltak á Torginum í SMS.
Forlagið Sprotin hevur givið íalt umleið 70 bøkur út, síðan tað var stovnað í 1993. Hesar útgávur eru allar góðar bókur, sum forlagið kanska hevur gjørt ov lítið burturúr.Við átakinum á Torginum í SMS hósdagin, fríggjadagin og leygardagin vil Sprotin vísa á mongu útgávur forlagsins, sum eru verdar at lesa, men sum tíverri ov fá vita um.
Hesar báðar dagarnar kunnu vitjandi á Torginum í SMS ogna sær flestu av hesum íalt 70 útgávum felagsins fyri spottprísir. Eitt nú verða allars allar bøkur eldri enn 3 ár seldar fyri 48,- og t.d. verður nógv umrødda myndlistabókin eftir Bárð Jákupsson seld fyri einans 280,-
Fyri tveimum árum síðan setti forlagið á stovn ein bókaklubba, sum hevði til endamáls, at geva út í bók nógvar av teimum týðingum, sum millum ár og dag eru gjørdar, men ongantíð komnar longur enn til handrit. Av hesum tilfari hevur forlagið givið eini 20 skaldsøgur út. Hesar skaldsøgur eru ein blandingur av klassikarum og nýggjum skaldsøgum. Og hesar bøkur verða seldar við 25% í avsláttri hesar dagararn forlagið heldur til á Torginum. Til ber eisini hjá áhugaðum at tekna seg um lim í bókaklubba Sprotans, og binda seg at keypa 4 bøkur árliga. Teknar tú sum lim í bókaklubba Sprotans í SMS, kanst tú velja tær eina bók fyri einans 10,-
Nevnast kann eisini, at skúlar, sum keypa flokssett av skaldsøgum ella t. d. søgubøkurnar hjá Hans Jakku Debes, mállæruna eftir Jeffrei Henriksen ella litprydda sagnasavnið "Fram við strendur" fáa bøkurnar fyri helvtarprís.
Eisini er vert at leggja til merkis, at um tú keypir fleiri enn 10 bøkur - sum kanska fleiri gera, nú jólini nærkast, og jólagávurnar skulu keypast - fáa allar tíggju bøkurnar fyri helvtarprís.