Settu niður í fimta, tóku uppaftur í sætta

Skúlabørn á Toftum fingu sløk 1200 pund av eplum burtur úr 1200 seteplum, sum tey settu niður í Rytuvík.

Børn og skúli

Tíðliga í september tóku børnini í 6. flokki við Tofta skúla uppaftur eplini, tey settu niður í Rytuvík, meðan tey enn gingu í 5. flokki.
Fyrr í summar høvdu vit eina grein um hesa eplavelting í Sosialinum, og nú eplini eru komin uppúr aftur moldini, fara vit at siga frá, hvussu hildnaðist.
Veltan í Rytuvík var ein flagvelta. Børnini settu 1200 setepli niður av slagnum folva, og nú tey tóku uppaftur, fingu tey út við 1200 pund av vælsmakkandi eplum. Hetta er umleið 12-13 fold, og tað er góð "frukt".
Í Rytuvík er góður sólargangur, og eplini veksa væl.

52 pund hvør
Børnini í 6. flokki eru 22 í tali, og tey fingu 52 pund av eplum heim við hvør.
Tey hava eina konto í bankanum, har tey savna pening til okkurt, tey fara at gera í framtíðini. Foreldur og/ella onnur í familjuni keypa eplini, og peningurin verður settur á hesa felagskonto.
Hetta er aðru ferð, at hesir næmingarnir velta epli í Rytuvík saman við flokslæraranum, Jóhonnu Petersen. Fyrru ferðina var veltan nógv minni enn hesaferð.
Vanligt er at taka eplir upp síðst í september, men hóast upptøkan hjá 6. flokki var longu tíðliga í september, var nógv undir, og eplini vóru góð.

Verkætlan
Lærarar, sum hava 6. flokk við Tofta skúla, hava tosað um møguliga at skipa eina verkætlan innan fleiri lærugreinir um Rytuvík/Toftir. Rytuvík er ein lutfalsliga ung niðursetubygd.
Kanska verður eplaveltingin byrjanin til hesa verkætlan.
Hví settu fólk búgv í Rytuvík, og hvørjar vóru fyritreytirnar? Hvussu sær bygdin út í dag?
Tað er stuttligt hjá næmingunum at sleppa út um skúlans gátt við hvørt at takast við ymiskt í náttúruni.
Næmingarnir í 6. flokki við Tofta skúla hava roynt eitt sindur av hvørjum.