Eingin skrivar sum Tóroddur

Yrkjaraegið liggur á køksgólvinum og hevur ligið har í tímansvís og rópt um hjálp til fánýtis, hann liggur meira deyður enn livandi og megnar ikki at fáa fatur á telefonini.

Eg havi lisið síðu 61 fleiri ferðir og eri ikki liðug at lesa hesa rørandi lýsingina av eini av sonnum miserablari støðu. Yrkjaraegið liggur á køksgólvinum og hevur ligið har í tímansvís og rópt um hjálp til fánýtis, hann liggur meira deyður enn livandi og megnar ikki at fáa fatur á telefonini. Tað er ræðuligt, men so koma hugflogið og minnini (og seinni eisini grannin) honum til hjálpar, elendigheitin verður umskapað til list.

 

Millum annað hetta skrivar Kinna Poulsen, tá hon á lisraportal.com, tá honn ummælir nýtt yrkingasavn hjá Tóroddi Poulsen.

 

Hon er ljós og løtt at síggja til - nýggja bókarútgávan hjá Tóroddi Poulsen, ið bókmentaliga og listaliga má metast sum ein sannur tungvektari. Tað eitur Sláttrir - hetta einoghálvtrýssinstjúgunda yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen hvørs heiti mangan eru fleirtýdd og kanska eisini eitt sindur meira ørkymlandi enn vakra, tyngdarleysa permumyndin leggur upp til – kanska er talan um vatnlitamyndina, ið sipað verður til á síðu 51 – men tað kunnu vit koma aftur til. Inngangsorðini klinga vakurt og kent við sínum myrkri, ljósi og tokulúðri og eisini fyrsta staðfestingin, at allir vegir seta ferð á minnini “serliga teir/ eg ikki áður/ havi gingið á”. Vit kenna eisini aftur røddina á einum yrkjaraegi, sum heldur fast í orðunum og hevur stikni til konsensuss og at halda tað sama sum øll hini. Tað er áhugavert hvussu samanhangandi yrkingarnaheimurin hjá Tóroddi Poulsen er frá byrjan og fram til hetta nýggjasta savnið. Tú fert inn í savnið sum í eini nýggj hús hjá fólkum, sum tú kennir og eru tær kær. Gleðist yvir, at tey hava tikið ta gomlu lampuna við í nýggja býlið, ið sum tað plagdi, angar av mjørka og támi, skrivar Kinna Poulsen.

 

Alt ummælið kann lesast her: SLÁTTRIR — Listaportal