Bilsin og í ørviti

Eyðun Johannessen gjørdist bæði bilsin og eitt sindur í ørviti, tá hann fekk boðini um, at hann fær Mentanarvirðisløn Landsins 2001. Men hann fegnast og er eisini errin vegna listagreinaina, sjónleikin, sum við hesum fær viðurkenning

 

Mentanarvirðisløn Landsins, áljóðandi 150.000 krónur, verður í ár latin Eyðuni Johannessen, leikstjóra.

 

Hann fegnast sjálvsagt, men sigur eisini, at hann gjørdist bilsin, tá hann fekk boðini.

 

- Eg gjørdist bilsin og eitt sindur í ørviti, sigur Eyðun Johannessen, sum tó sjálvsagt metir hesa virðisløn sum stóran heiður.

 

- Men eg eri eisini eitt sindur errin vegna listagreinina, sjónleikin, sum við hesum fær eina viðurkenning, sigur Eyðun.

 

Eyðun gjørdist bilsin, tá hann fekk boðini, tí møguleikin var ikki komin honum til hugs. Hann er sjálvur limur í nevndini fyri Mentanargrunn Løgtingsins og hevði verið og fundi har og býtt út nakað av peningi til teirra sum søktu, tá hann fekk boðini um stóra heiðurin, ið honum nú er fyri.

 

Virðislønin verður latin Eyðuni fyri leiklist úti og heima og nevndir verða t.d. leikirnir Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi og Glataðu Spælimenninir. Spurdur, um hann er samdur við tí, sum sagt verður í grundgevingini fyri at lata honum virðislønina, svarar Eyðun játtandi, men leggur afturat, at sjálvur er hann eisini glaður fyri leikir sum Dreymur Jóansøkunátt og ymiskt, sum gjørt hevur verið innan áhugaleik.

 

Eisini fegnast hann um ymiskt av tí, ið fór fram og varð gjørt í sekstiárunum, tá tey gjørdu ymiskt, ið var nýtt, og júst tí tað var nýtt, tað vendi upp og niður upp á alt og fekk fólk at hugsa um, at sjónleikur var nakað, ið ein setir tíð av til at arbeiða við.

 

Er hetta júst eisini ein viðurkenning av lívsverkinum, ið tú fór undir, tá tú sum fyrsti føroyingur tók útbúgving sum leikari og fór at fáast við leik burturav?

 

- Ja, tað meti eg tað er, men eisini ein viðurkenning av listagreinini, ið annars ikki altíð hevur verið so høgt í metum, sigur Eyðun Johannessen, leikstjóri, í stuttari viðmerking.