kleyvarskapi hjá einstøkum persóni. At hetta ikki fekk fylgjur og ikki hevur fingið fylgjur er heilt einastandandi og ótrúligt. Man spyr seg sjálvan um hetta er støðið og tað sum flokkurin stendur og fer [...] hesum politiska skrímsli var sum vera man enn einaferð tey ríkisrættarligu viðurskiftini, sum ikki skuldu nertast og enn minni kannast. Tá uppskot var lagt fram um at orða samgonguskjalið, soleiðis at samgongan [...] uppá onkran heilaspuna um, at settar vóru fram persónligar skuldsetingar um lógarbrot móti løgmanni í einum hissini skrivi. Tá teir so vístu á, at hald ikki var í slíkum pástandum um ein gjørdi sær ómak at
kemur VB á vitjan, og sostatt er talan um reina suðuroyaruppgerð á Krossinum. Dysturin er fluttur fram til í dag, og hann byrjar klokkan 14.00. Fyri sumbingar kann hetta metast sum seinasta útkall, tí [...] hóast teir taptu 11-1. Men tað er torført at sammeta dystin í Gøtu við dystin, sum verður í dag. Hetta er lokaldystur, og hjá Sumba hevur tað størri týdning at vinna, enn tað nakrantíð hevur havt fyrr í [...] hevði brotið beinið, men tað er bert partvíst rætt. Sannleikin er, at hann hevur brotið eitt lítið bein í fótinum, og tað hevur verið tosað um at fáa hann upp til dystin. Men tað er sera óvist. Síðsta sunnudag
hevur gjørt av slíkum, er, at fyritøkan hevur fingið sær eina heimasíðu á internetinum. Hetta er jú eisini eitt slag av marknaðarføring, og Kára Heinesen sigur, at fyri fyrst verður hetta teirra háttur at [...] fundum og líknandi. Nú er so komin ein fyritøka, sum fyrst og fremst tekur sær av at skipa fyri slíkum tiltøkum. Tað er fyritøkan Glitnir, sum Kára Heinesen eigur. Glitnir er í løtuni við á Vest Norden [...] tískil skuldi hon havt allan førleika og kunnleika, sum krevst, um ein skal standa fyri einari slíkari fyritøku, sum Glitnir er. Navnið er úr Guðalæruni Tað eru óivað fleiri, sum spyrja seg sjálvan, hvat
javnleiki kundu tvørámenn aftur taka seg upp um sumbingar, og við einum sigri kundu teir eisini fara framvið ÍF upp á áttanda pláss. B68 liggur í miðjuni av kappingini og er uttan fyri ávirkan bæði í toppinum og [...] vísti hann, at tað ikki er av ongum, at hann skeyt mál upp á strípu í 2. deild í fjør. Eitt korter inn í seinna hálvleiki gjørdi hann nevniliga tað sama í einum kontraálopi, og enn einaferð endaði einmansavrikið [...] fór í álopið, meðan Jákup Djurhuus fór út á vongverjaplássið hjá Boga. Hetta gav B68 eitt sindur meira av vongspæli, og hóast Aksel er komin væl upp í fótbóltsárini og ikki hevur somu orkuna longur, vísti
seg sjálvan og onnur um. Kropsbygnaðurin er ymiskur Kurt Mørkøre, sum nú hevur skorað ellivu mál í fýra dystum, var harmur um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna: ? Talan var um ein fínan fótbóltsdyst [...] sovorðnum støðum sum fram móti endanum í dag er av so stórum týdningi. Tað eru tey, sum siga, at hetta er soleiðis, tí spælararnir ikki orka nóg væl? ? Tað er ikki orsøkin. Móti HB hava vit ávísar kropsligar [...] kunnu venja stórt meiri enn tað. Flestu spælararnir hava arbeiði og eru familjumenn, og tað er týdningarmikið fyri fótbóltsavrikið, at tað er pláss fyri familjuni og arbeiðnum. Tað er greitt, at Ion Geolgau
fríkendur. Eg eri kunnaður um, at nógv hevur verið gjørt fyri at hjálpa mær, bæði í Danmark og á sendistovuni í Paris, men einki úrslit er spurt burturúr, sigur Sigmund. Hetta er alt so løgið við mínum máli [...] hann hevur gott mót, og vónar at tíð hansara á oynni nú skjótt er av. Sakførarin skilir ikki enskt Viðvíkjandi sakførara hansara, so er tað enn sami fransmaður, sum ikki dugir enskt. Annars hevur Sigmund [...] Sigmundur Andreasen. Hann metir um støðuna fyrrapartin, at avgerð fellur í dag, og at dómurin verður sagdur um eina viku ella so. Hvørt hann fær passið aftur í dag ella um eina viku, visti hann ikki fyrrapartin
seinastu árini í Havn. Arbeiðstíðin hjá kommunulæknunum í Havn er umleið 65 tímar um vikuna. Tað er eini 13 tímar um dagin.. Trupulleikin í Havn er, at vit eru alt ov fáir læknar til ov nógv fólk, sigur Kaj [...] avsetast at halda vakt við telefonin, um tað skuldi eydnast at sleppa ígjøgnum, og fáa avgreitt eina resept, ella biða um tíð at fáa viðtal við læknan. Um arbeiðsbyrðan er so stór, hvussu prioritera læknarnir [...] heilsuváttanir: eina sum váttar at viðkomandi er frískur, og eina fyri at hann ikki ber smittu við sær. Hetta er tyngjandi arbeiði í gerandisdegnum, serliga um t.d. ein deyðasjúk kona situr og bíðar eftir
(ivasamt er, um hetta fær nakrar avleiðingar fyri HB, men í útlondunum verður hugt við sera strangum eygum eftir tílíkum). Tá dysturin var lokin, tustu viðhaldsfólk út á vøllin í fagnaði um, at tað var [...] grundlegði sigurin. Annars er tað merkisvert, at øll fýra málini hjá HB komu eftir deyðbóltsstøður ? eitt fríspark, eitt innkast og tvey hornaspørk. Sumba saknaði eisini Eirik Joensen, sum er sterkur í luftspælinum [...] út til, at sumbingar fóru at leggja rygg til enn eitt stórtap. HB legði hart út, og gestirnir høvdu álvarsamar trupulleikar við yvirhøvur at fáa bóltin yvir um miðjuna. HB fekk eisini tvey mál fyrstu fimm
hoyggi í enn, tí terrin hevur verið so vánaligur. Sama skilið var inni í Trongisvági í Ósanum, har Stórá rennur á sjógv. Allur ósin var undir og vatnið og stik og turkiløg vóru ikki meiri enn hálv uppundan [...] teimum, sum ikki hava pakkatrygging, skal serlig trygging teknast ímóti skaða av gloprarregni, so hetta er eitt gott høvi hjá teimum, sum ivast, til at kanna tryggingarskjølini einaferð afturat... Stórur [...] eina førinum var talan um rættiliga stóran skaða, sum tað helst fer at kosta fleiri hundrað túsund at gera aftur. Tað vóru eini hús í Fámjin, sum fingu umfatandi skaða. Talan var um eina á, sum leyp yvir
hjá tí einstaka, tí fólkið var vitandi um, at um tey ikki vandu og spældu, so var vandi fyri, at hetta datt niður fyri. Henda kenslan er framvegis galdandi, og hetta hevur umframt stóra breidd í luttøku [...] og tað er lættari at fella frá, har fólkið tykist vera nógv, heldur enn tá tað stendur á tær, um liðið verður fullmannað ella ikki. Soleiðis er tað í smáum feløgum sum t.d. í Gøtu. Men soleiðis er tað ikki [...] árum síðani, vit hava sæð hetta í Noregi tey síðstu tíggju árini, og nú er hetta komið til okkara. Spælararnir fara at verða drignir hagar, sum flestu pengarnir eru, og so er neyðugt hjá teimum, sum vilja