Mánadagin regnaði so illa, sum tey fægstu vita frá at siga.
Tað var serliga suðuri á landi, at tað regnaði illa. Tað regnaði alla mánanáttina og allan mánadagin við.
Tað førdi við sær, at tað fleyt yvir summastaðni.
Í Mýrunum í Hvalba var alt eitt stórt vatn, fleiri ferðir so stórt sum sjálvur fótbóltsvøllurin. So mikið djúpt var, at tað stóð nakað upp á summi av turkiløgunum, sum har standa - við hoyggi í enn, tí terrin hevur verið so vánaligur.
Sama skilið var inni í Trongisvági í Ósanum, har Stórá rennur á sjógv.
Allur ósin var undir og vatnið og stik og turkiløg vóru ikki meiri enn hálv uppundan.
Sjey skaðar
Men hóast tað regnaði so illa sum sjálvdan áður, verður ikki sagt frá stórvegis skaða.
Tó - hjá teimum sum vóru fyri skaða, var skaðin stórur.
Á skaðadeildini hjá Brunatryggingini verður sagt, at har eru fimm skaðar fráboðaðir.
Og teir eru allir sunnanfyri.
Tveir skaðar vóru á Sandi, ein í Vági, ein í Trongisvági og ein í Fámjin.
Á Trygd vórðu tveir skaðar fráboðaðir, ein í Hvalba og ein í Vági.
Skaðarnir stóðust av, at áir flutu yvir áarbakkarnar ella av at kloakkir og frárensl ikki svølgdu øllum tí nógva vatninum, sum rann í tey.
Øll tey fimm húsini, sum fingu skaða, vórðu tryggjað ímóti skaða av gloprarregnið.
Hjá teimum, sum ikki hava pakkatrygging, skal serlig trygging teknast ímóti skaða av gloprarregni, so hetta er eitt gott høvi hjá teimum, sum ivast, til at kanna tryggingarskjølini einaferð afturat...
Stórur skaði í Fámjin
Á skaðadeildini hjá Brunatryggingin verður sagt, at yvirhøvur vóru vatnskaðarnir avmarkaðir.
Men í tí eina førinum var talan um rættiliga stóran skaða, sum tað helst fer at kosta fleiri hundrað túsund at gera aftur.
Tað vóru eini hús í Fámjin, sum fingu umfatandi skaða.
Talan var um eina á, sum leyp yvir áarbakkarnar og vatnið floymdi oman á slætt, oman í eini hús, sum stóðu í eini lagd, omanfyri vegin, men lægri enn vegurin.
Frárenslið undir vegnum skalaði ikki at svølgja alt vatnið.
Avleiðingin var, at húsini komu at standa í eini stórari tjørn.
Vatnið floymdi inn í húsini og at kalla fullkomiliga oyðilegði eina íbúð í kjallaranum.
Vatnið á gólvinum í íbúðini var meiri enn ein fót djúpt.
Talan var um eina nýgjørda íbúð, sum fólk júst vóru flutt inn í.
Roynt var at veita vatnið burtur.
Báði bjargingarfelagið og fólk frá landsverkfrøðinginum vóru í Fámjin, men tað eydnaðist ikki at forða fyri skaðanum.
Umhugsað var m.a. at grava vegin tvørturav at veita vatnið burtur, men teir góvust, tí tá var skaðin longu hendur, so tað kundi gjørt tað sama.
Teir báðir skaðarnir, sum vórðu fráboðaðir til Trygd vóru ikki stórur, upplýsir tryggingarfelagið.