Tað var spenningur til tað síðasta, eftir hvat skilst á Sigmund Andreasen í telefonini av oynni Reunion.
Hann hevði fingið boð um at møta í rættinumkl. 11 fyrrapartin, men av tí at eitt rættarmál var áðrenn hansara, noyddist hann at bíða drúgva tíð.
Úrslitið gjørdist, at Sigmundur fekk passið aftur, og at hann nú kemur heim, hóast dómurin ikki verður avsagdur fyrr enn 6. oktober.
Nógv vatn er runnið í ánna síðan Sigmund Andreasen, skipari á Explorer, 4. mars í ár varð handtikin og ákærdur fyri at hava fiskað ólógliga.
Myndugleikarnir vildu ikki rættarmál
Stórt trýst frá Danmark og Fraklandi er lagt á myndugleikarnir á Reunion, fyri at rættarmálið móti Sigmund Andreasen kundi fáa ein enda í gjár. Hvørt hann fekk passið aftur beinanvegin ella um eina viku, tá dómurin verður sagdur, visti Sigmund Abdreasen ikki, tá vit tosaðu við hann undan rættarfundinum í gjár
Ikki fyrr enn í gjár, nú nærum seks mánaðir seinni, eydnaðist tað e føroyinginum at fáa málið fyri rættin.
Sosialurin tosaði við Sigmund góðan tíma áðrenn rættarmálið byrjaði, og tá hevði hann eina varisliga vón um, at uppihald hansara sum fangi á Reunion, skjótt varð av.
Fleiri ivamál í gjár
Tað vóru kortini fleiri ivamál. Eitt nú frætti Sigmund stutt áðrenn rættarfundin, at advokatarnir hjá teimum báðum fronsku reiðaríunum, sum hava øll rættindi til fiskikvoturnar í sjóøkinum við Reunion, skuldu verða hjástaddir á rættarfundinum.
Av tí at teir hava øll rættindini til fiskiskapin í sjóøkinum her, og tí teir vilja verja sínar kvotur, hava advokatarnir vanliga appelerað øll mál í rættinum, sum hava við fiskiskap at gera, sigur Sigmund Andreasen.
Annars sigur Sigmundur í telefonini, at hann hevur gott mót, og vónar at tíð hansara á oynni nú skjótt er av.
Sakførarin skilir
ikki enskt
Viðvíkjandi sakførara hansara, so er tað enn sami fransmaður, sum ikki dugir enskt. Annars hevur Sigmund havt vitjan av Tim Mondorf, skrivara við donsku sendistovuna í Paris. Hann kom á oynna Reunion, tá Jógvan Vilhelm, sum var tikin fyri stuttum, fekk sítt mál fyri rættin, og varð fríkendur.
Eg eri kunnaður um, at nógv hevur verið gjørt fyri at hjálpa mær, bæði í Danmark og á sendistovuni í Paris, men einki úrslit er spurt burturúr, sigur Sigmund.
Hetta er alt so løgið við mínum máli, men teir kunnu ivaleyst ikki framhaldandi noktað mær at fáa passið aftur, so eg kann fara av oynni, sigur Sigmundur Andreasen.
Vánalig handfaring
Han hevur sett seg inn í viðurskiftini á Reunion, og hevur eisini nógv at seta niður á, viðvíkjandi handfaringini frá myndugleikunumsíðu í hesum máli. Kortini vil hann einki siga, tí hjá honum ræður bert um at sleppa av oynni Reunion.
Alt hevur verið so órættvíst móti mær í hesum máli, og danska sendistovan sigur, at myndugleikarnir her als ikki fylgja galdandi reglum.
Tað er helst veruleikin, at hernarmyndugleikarnir hava mistikið seg í mínum máli, men at teir ikki vilja viðganga tað.
Fyrsti ferð hann sleppur í rættin
Tað góða í dag er, at eg nú fyri fyrstu ferð sleppi fyri rættin. Tá kann eg tosa mína sak, og kann mótprógva tað, sum teir ákæra meg fyri. Tann møguleikan havi eg ikki fingið áður, sigur Sigmundur Andreasen.
Hann metir um støðuna fyrrapartin, at avgerð fellur í dag, og at dómurin verður sagdur um eina viku ella so.
Hvørt hann fær passið aftur í dag ella um eina viku, visti hann ikki fyrrapartin.









