Tað var tætt og spennandi á Svangaskarði sunnudagin, tá TB var og vitjaði B68. Dysturin endaði 4-3 til toftamenn, eftir at TB hevði verið á odda 3-2, tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum.
Men tvørámenn duttu ov langt aftur í staðin fyri at halda trýstið á B68, og heimaliðið raknaði við og fekk tvey mál.
Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur og liðini fingu tvey mál í part fyrstu 45 minuttirnar. Tvørámenn byrjaðu betur, men B68 kom eisini við, og tá góðir tíggju minuttir vóru spældir, tóku vertirnir leiðsluna. Ein frísparkskombinatión endaði við, at bólturin varð sendur innfyri, og har kom Fróði Benjaminsen, sum er sterkur í luftspælinum, og stútaði í netið til 1-0.
Eftir leiðslumálið fekk B68 betri tak á dystinum, men teir vóru í so ókonsentreraðir í verjupartinum, og hesa løtuna hevði TB ofta lætt við at renna ígjøgnum tunnu B68-verjuna. Teir fingu eisini javnað bert seks minuttir aftan á málið hjá B68. Dan Mortensen, sum byrjaði á væl mannaðu miðjuni hjá TB, skallaði eitt innlegg í málið, og so var aftur javnvág í roknskapinum.
Tað hevði týdning hjá TB at fáa okkurt burturúr dystinum, tí dagin fyri hevði Sumba fingið javnleik móti VB, og tað merkti so, at TB datt niður aftur á aftasta plássið. Men við einum javnleiki kundu tvørámenn aftur taka seg upp um sumbingar, og við einum sigri kundu teir eisini fara framvið ÍF upp á áttanda pláss.
B68 liggur í miðjuni av kappingini og er uttan fyri ávirkan bæði í toppinum og botninum. Úrslitini hjá toftamonnum hava verið rættiliga misjøvn í ár, men niðurflyting hevur so ongantíð verið upp á tal á Svangaskarði.
Tað var spældur ein hálvur tími, tá B68 aftur tók seg framum. Hesaferð var tað ein bóltur, sum varð sendur inn í TB-brotsteigin, Rolf Christiansen kom á millumhond, og bólturin fór útfrá aftur til Arnfinn Olsen, sum skeyt og skoraði sítt fyrsta mál í landskappingini í ár við nærmastu stong. Ein TB-leikari stóð við stongina, men hann kundi ikki forða bóltinum í at fara í málið.
Men hjá TB spældi Sasha Radosavljevic ein av sínum bestu dystum, og fimm minuttir eftir málið hjá Arnfinni tók hann sakina í egnar hendur. Hann fór sjálvur, snýtti fleiri toftamenn og skoraði til 2-2. Tað hevur verið nakað langt millum glottarnar hjá Sasha, sum eisini varð leikbannaður í fleiri dystir fyrr í ár. Men hesaferð vísti hann, at tað ikki er av ongum, at hann skeyt mál upp á strípu í 2. deild í fjør. Eitt korter inn í seinna hálvleiki gjørdi hann nevniliga tað sama í einum kontraálopi, og enn einaferð endaði einmansavrikið við máli, so støðan nú var 3-2 til TB.
Toftamenn noyddust nú at satsa. 39 ára gamli veteranurin Aksel Højgaard varð skiftur inn fyri Boga Petersen og fór í álopið, meðan Jákup Djurhuus fór út á vongverjaplássið hjá Boga. Hetta gav B68 eitt sindur meira av vongspæli, og hóast Aksel er komin væl upp í fótbóltsárini og ikki hevur somu orkuna longur, vísti hann, at máltevið hevur hann ikki mist, og gott eyga fyri spælinum hevur hann eisini. At Aksel, sum hevur spælt við 3. deild í ár, yvirhøvur var á bonkinum, kom eisini av, at B68 mátti vera uttan Olaf Højgaard, Oleif Joensen og Jákup Eli Olsen, sum allir eru skaddir.
TB var á odda 3-2, og tíðin arbeiddi nú fyri tvørámenn. Men teir gjørdu tann brølaran at taka seg ov langt aftur á vøllin. B68 sá eisini álvaran í støðuni og fekk nú nógv meira spæl. Tað vóru eini tíggju minuttir eftir, tá Aksel Højgaard setti høvdið undir ein bólt, sum var komin útfrá aftur.
Og tað eydnaðist eisini toftamonnum at fáa sigursmálið bert fimm minuttir seinni. Fróði Benjaminsen var skjótari á einum bólti enn Rolf, og hann potaði framvið TB-málmanninum til endaligu støðuna 4-3 til B68.
TB kundi iðra seg. Teir vóru á odda 3-2 og høvdu eisini tveir upplagdar møguleikar aftan á tað til at økja um leiðsluna. Tá teir duttu aftur á vøllin, bjóðaðu teir samstundis B68 fram, og seinastu tjúgu minuttirnar av dystinum høvdu toftamenn munin. Og tað vísti seg at vera nóg mikið, tá avtornaði.