Úrslitið var sum øll høvdu væntað, at sambandsflokkurin fór aftur eftir hæli og fekk sína minstu undirtøku í nýggjari tíð.
Eftir búskaparligt viðrák, stóra framgongd í samfelagnum og bestu líkindir til at fáa eitt heiðuligt úrslit, so misti sambandsflokkurin knappar 1000 atkvøður og tvey umboð á tingi í mun til valið í 1994.
Ja, ótrúligt en satt! Sambandsflokkurin leið ein eyðmýkjandi ósigur ? samstundis sum samgonguflokkarnir, fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin vunnu stórt við ávikavist 1796 og 2144 atkvøðum.
Og so ikki at forgloyma tjóðveldisflokkin, sum fekk sína dyggastu álitisváttan higartil og gjørdi eitt skarvslop fram við heilum 3582 atkvøðum meir enn til seinasta val.
Fólkið hevði talað og fólki ynskti broytingar - ongin ivi um tað. Politiskt mátti hesin fólksins dómur takast til eftirtektar á tann hátt, at heimastýrislógin mátti endurskoðast og nýskipanir fremjast á ríkisrættarliga økinum.
Nú vóru góð ráð dýr fyri tann illa skølsetta sambandsflokkin. Boðskapurin hjá formanninum um eitt ævinligt ríkisrættarligt »status quo« var vrakaður ? og nógv umtalaða strategiin um »at fremja tær broytingar, sum tæna fólkinum best« var ikki bara vorðin ein troyttandi innantóm »floskul« men eisini ein total politisk fiasko! - Við Edmundi Joensen á odda var einasta trygga verja og borgan fyri ríkisfelagsskapinum um at glíða út í politiska myrkri.
Hvat var so til at taka? Jú, ivaleyst hevur onkur tutlað Edmundi í oyra, at nú máttu gamlir fíggindar blíðkast og harumframt mátti onkusvegna slakast uppá ríkisrættarligu trúardogmurnar. Hetta var neyðugt um sambandsflokkurin yvirhøvur skuldi koma inn í hitan og aftur metast sum trúverdugur samstarvspartnari.
Tað ótrúliga, sum ongin fyri bert stuttari tíð síðan kundi ímynda sær kundi henda, tað hendi! Argasti fíggindi fólksfloksins, sum ikki vildi vita av eini borgarligari samgongu í 1994 og 1996 og sum einsamallur skrivar út val í Útvarpi Føroya á fyrsta sinni ein sunnumorgum kl 10 00, eina og aleina orsaka av hesum »fólkafloks-kompleksi« ? hesin sami persónur skjýtur nú knappliga upp, at skipað verður ein borgarlig samgonga við Anfinn Kallsberg, sum løgmanni
Men ikki nóg mikið við tí! Í eini desperatari roynd at tekkjast fólkaflokkinum og aftur koma uppí part so sigst hetta umboð fyri eitt fáment úrvalslið av rætttrúgvandi sambandsfólkum at vera farin so langt, at hann var sinnaður »at ganga líka at loysingini« um bara hann fekk eina samgongu við fólkaflokkin!
Hevur nakar hoyrt so skapt? ? Mín sann um ikki mangt broytist á mansins ævi, men hetta ber prísin!
Men sjálvsagt, øll vistu, at sambandsformaðurin fyri langari tíð síðan hevði spælt sær øll kort av hondum. Allir flokkar høvdu sum vera man misálit á hesum fullkomuliga óútrokniliga persóni. Tað hevur enntá verið sagt alment av teimum trimum størstu politisku flokkunum, at politiskt samstarv við sambandsflokkin kemur ikki uppá tal, so longi sum Edmund Joensen situr sum formaður.
Av somu grund verður sambandsflokkurin útihýstur frá øllum samstarvi. Ongin hættar sær rættuliga í holt við hann. Endurtøka av eini framferð, sum ikki áður er sædd hjá nøkrum stjórnarleiðara, brýggjar ongin seg um. Samráðingarnar vóru tískil mest sum uppá kvamsvís, og tað vardi heldur ikki leingi til fólkaflokkurin vendi sær aðrar vegir.
Politiska avrikið hjá hesi beinhørðu ortodoksu sokallaðu »góðu gomlu« garduni var sostatt, at ein sonevnd »fullveldissamgonga«, bleiv skipað, hvørs aðalmál er at loysa frá Danmark og stovnseta føroyska tjóðveldi.
Vorðið sum bragd kann sigast. Søgurnar dómur mótvegis teimum rætttrúgvandi verður ikki mildur!
Nevndu hendingar í sambandsflokkinum og politiska støðan í dag krevja sjálvsagt eina nærri søguliga frágreiðing fyri í heila tikið at geva nakra meining.
Her skal so verða roynt at greiða frá tí útviklinginum og teimum hendingum og avgerðum, sum hava elvt til beint tað øvugta av øllum tí, sum flokkurin stendur og hevur staðið fyri.
Edmund Joensen, var í síni tíð skotin upp sum formaður av sjálvasta Paula Ellefsen.
Onki mótvalevni var, og hesin heldur sáttligi og friðarligi oyrabakkamaður var uttan meira hóvasták valdur, sum ein sokallaður »góður« sambandsmaður, verdugur at tryggja arvafylgjuna og »linjuna« hjá Paula Ellefsen »við neyðugum dagligum samskifti«.
Fyrstu árini í andstøðu og eitt heilt stutt skeiði í samgongu í 1990 gjørdi hesin maður ikki stórar skreytir og heldur ongar ólukkur.
Edmund Joensen var so at siga eitt ómálað blað í politisku søgu Føroya, til hann var valdur løgmaður eftir longstu og drúgvastu samráðingar í Føroya søgu í sept. 1994.
Varðugur við hansara løgnu eginleikar gjørdust nakrir av okkum rættuliga tíðliga undir samráðingunum við fólkaflokkin um skipan av eini borgarligari samgongu. Skilligt var, og tað skein týðuliga ígjøgnum, at Edmund Joensen vildi ikki í samgongu við fólkaflokkin fyri ein hvønn prís. Men hetta segði hann ikki hart. Valdur var hin sniðfundugi vegur at undirgrava samráðingarnar so líðandi við tvørsinni, treiskni og mistonkiliggerðing av mótpartinum
Ongantíð var nakað positivt á lofti. Altíð vóru fólkafloksmenn illtonktir og skírdir bæði líkt og ólíkt. »Verið grótharðir - slakið ikki ein tumma«, vóru afturvendandi orðini. Gamaní, at man var ósamdur. Men at blanda sovorði persónligt agg og stikni uppí samráðingarnar, hetta var beinleiðis destruktivt og ósømuligt fyri ein og hvønn politiskan leiðara. ?fatuligt í grundini at sita og samráðast um samstarv við ein flokk, sum man hevði eina so djúpa andstygd fyri, hugsaði ein við sær sjálvum.
Tað eydnaðist so Edmund Joensen at forpesta samráðingarnar so mikið, at støðan gjørdist vónleys. Hóast samgonguskjal bleiv skrivað, so slitnaðu hesar samráðingar bert takka veri samráðingarleiðaranum, hvørs ráðagerð móti eini borgarligari samgongu til fulnar eydnaðist á hesum sinni.
Tað sum síðan hendi var at kalla ein »farca«. Samráðingarnar við javnaðarflokkin gingu sum eftir ánni ? onki var óført og ikki eitt ilt orð. Javnaðarflokkurin mest sum dikteraði, og Edmund játtaði og samtykti. Borgarligu fingramerkini á fyrra samgonguskjalinum hvurvu sum døgg fyri sól, og Edmund smíltist. Ideologi kundi fyri hansara skuld vera ein býur í Kina, bara hann slapp undan hesi óhugnaliga og ræðsluvekjandi borgarligu samgonguni.
Jú, samgongan millum verkamannafylking, javnaðarflokk og sjálvstýri kom undir land. Edmund gjørdist løgmaður, hóast tað vóru fleiri sum ávaraðu móti hesum. Men hesir, sum høvdu lisið mannin av ? teir vóru ov tíðliga úti. Tey flestu hildu standa væl til, bæði Marita, Jóannes, Sámal Petur, Helena, ?li Jacobsen v.fl.
Men ikki vardi leingi til tann kærleikin hvarv, samstarvið tók at rilla og viðurskiftini gjørdust at enda ótolandi.
Jóannes Eidesgaard gjørdi so bart á vári 1996 og javnaðarflokkurin sleit samgonguna, officielt orsaka av ósemjuni um bygnaðarbroytingarnar hjá F. N. Christensen, men hetta var bara tað, ið fekk bikarið at flóta yvir. Samstarvið var nú komið niður á eitt slíkt støði, at ikki bar til longur at hava bara eitt nøkulunda sømuligt samskifti við løgmann. Tá øll virðing fyri leiðsluni var rokin, tá er onki eftir. So veruleikin er tann, at javnaðarflokkurin bara nýtti so bara fyrsta og besta høvi at sleppa sær burtur úr hesum uppslítandi og sálarliga undirgravandi samstarvi.
Tað sum síðan hendi verður seint gloymt í okkara politisku søgu, og man vera eindømi av sínum slag.
Ein stórur meiriluti í sambandsflokkurin metti tað framvegis vera skilagott at fara undir eitt politiskt samstarv við fólkaflokkin.
Tiknar vóru upp samráðingar, og tað gekk strúkandi, helst tá formaðurin hevði sum minst ávirkan og allar best um hann ikki var til staðar.
Men, sum ikki einaferð, so setti hann føtur í spenni, tá borgarligur politikkur skuldi setast út í korti saman við fólkaflokkinum.
Undanførslan fyri at sleppa undan hesum politiska skrímsli var sum vera man enn einaferð tey ríkisrættarligu viðurskiftini, sum ikki skuldu nertast og enn minni kannast.
Tá uppskot var lagt fram um at orða samgonguskjalið, soleiðis at samgongan ikki skuldi men »kundi« kanna hesi viðurskifti rýmdi Edmund av fundi.
Samráðingarnar millum partarnar komu undir land uppá hetta orðaljóð, men Edmund var farin fornermaður til hús tíðliga um náttina.
Næsta vit hoyrdu var tiltikna morgunsendingin, tá hann tók alt Føroya fólk á bóli og allar mest sínar egnu.
Eftir, at samgongusamráðingarnar vóru komnar undir land og flokkarnir vóru samdir skrivar maðurin út val uttan so mikið sum at ráðføra seg við flokkin. Vanvirðingin fyri øllum vanligum parlamentariskum spælireglum var total!
Nú kom rættuligt rumbul í. Edmund bleiv innkallaður til kreppufundar. Treyðugt kom hann, men at enda stakk hann høvdi inn um dyrnar í Tróndargøtu har ein skelkað floksmanning tók ímóti honum.
Ikki var hann til at vika í fyrstu atløgu. »Grótharður« sum altíð. Einaræðislyndi kom sum ikki einaferð týðuliga til sjóndar. Avgerðin var tikin, og tað kom ikki uppá tal at broyta meining. Soleiðis var togast aftur og fram í tímavís til Edmund at enda fekk stólin settan fyri hurðina. Skrivaði hann út val, so fór hann til val einsamallur - uttan sambandsflokkin. Hetta vóru greiðu boðini. Tá sá hann, at alt var tapt. Hesuferð var nyttuleyst at trumfa sín vilja ígjøgnum. Hann gav skarvin yvir. Valið var slept á hesum sinni.
Tá hann so kom út í fjølmiðlarnar dagin eftir, og á sín fólkaliga og sannførandi hátt greiddi frá, at tað ongantíð hevði verið meiningin at skriva út val, og at hann onki hevði ímóti eini samgongu við fólkaflokkin, so gjørdust falslótirnar mest sum fullkomnar. Ikki eiti á sjónleikargávur, tá tað ráddi um at bjarga egnum skinni og endurreisa sítt sonevnda trúvirði millum sjálvt tey rættrúgvandi.
Vel ? vit fóru so undir mest turbulenta samgonguskeið í nýggjari tíð. Eitt sjáldsamt fyribrigdi kann sigast, har samgonguleiðarin við sínum høvuðkambalótum altíð var fremstur í innanhýsis politisku orrustuni ístaðin fyri at slætta sjógv og søkja semju.
Jú, m.a. John Petersen og Anfinn Kallsberg fingu sína sak fyri. Ein rættuligur hvøkkur var tað, tá teir tíðliga í samgonguskeiðinum fingu hvør sína uppsøgn liggjandi á stólinum uppá onkran heilaspuna um, at settar vóru fram persónligar skuldsetingar um lógarbrot móti løgmanni í einum hissini skrivi.
Tá teir so vístu á, at hald ikki var í slíkum pástandum um ein gjørdi sær ómak at lesa skrivið nóg væl, so mátti ásannast, at nú var nokk enn einaferð lopið framav. Soleiðis miseydnaðist so henda royndin í røðini hjá Edmundi at íbirta ófrið og elva til samgonguslit.
Men hesin góði løgmaður gavst ikki á hondum. Næsta ofrið var Sámal Petur. Og har var ikki givið nakað skoðbrá. Ongin møguleiki skuldi vera at draga í land og ongin mátti ána óráð. Tískil fingu sjálvt ikki næstu medarbeiðarar løgmans nakað at vita fyrr enn leikur var lokin. Heldur ikki fekk sjálvstýrisflokkurin møguleika at greiða henda trupuleika innanhýsis, tá løgmaður, við beráddum huga ikki kunnaði flokkin um ætlaða kvettið. Vanlig demokratisk siðvenja er í hesum høpi uttan týdning.
Hetta fullkomuliga skilaleysa tiltak har løgmaður sum tjóvur á nátt segði Sámal Petur upp vegna eitt hissini innanhýsis rundskriv um ferðasambandið til Vágar, tók allar samgonguflokkar á bóli. Vit vóru málleysir. Vit vistu, at alt ikki ruggaði rætt millum Sámal Petur og Edmund Joensen, og at hann hevði hótt hann fyrr, men at tað kundi enda so galið høvdi vit forsvorið. Jú, einagongdin hjá løgmanni helt fram, men tað eydnaðist heldur ikki at spreingja samgonguna á hesum sinni, sjálvt um hetta ivaleyst var endamálið.
Týðandi mál lógu framvegis fyri framman. Umráðandi var at fáa bankamálið uppá pláss og kanska at greiða marknasamráðingarnar við bretar. Onnur 100 mál lógu í løgtinginum og bíðaðu at verða avgreidd. Fólkaflokkurin vildi m.a. av somu grund ikki venda samgonguni baki, men helst fáa hesar spurningar greiddar, soleiðis at henda samgongan kundi fáa æruna av einum heiðurligum úrsliti og harvið fara sterk út í eitt komandi val.
Men hvat ger nú hesin óútrokniligi politiski forherðingur. Jú, mín sann, hann blívur sum kunnugt lokalt fornermaður, og blakar okkum út í eitt val, beint sum vit fyrireika okkum til mest týðandi samráðingar í nýggjari tíð. Allir hesir uppløgdu møguleikar at fáa bankamálið undir land og kanska greiða marknatrætuna vóru harvið glopnir samgonguni av hondum.
Her mátti enda galið fyri sambandsflokkin. Og so var. Flokkurin fekk eitt katastrofu-val og tað av berum ólíkindum og kleyvarskapi hjá einstøkum persóni.
At hetta ikki fekk fylgjur og ikki hevur fingið fylgjur er heilt einastandandi og ótrúligt. Man spyr seg sjálvan um hetta er støðið og tað sum flokkurin stendur og fer at standa fyri í framtíðini. Líkt er í øllum førum til, at steinrunna liðið enn hórar undan og neyvan mynstrar av við tað fyrsta. At politiskt hóttafall, andligt tómrúm og aldurdómseyðkenni við Edmundi á odda er vorðið aðaleyðkenni fyri flokkin sýnist so enn ikki at hava nerva stuðlarnar. Í misskiltum trúskapi mótvegis formanninum halda tey stuðla ríkisfelagsskapinum, men ístaðin eru væl ávegis at forkoma honum.
Aftaná 4 ára »sambandsstýri« við Edmund Joensen á odda hevur tað sostatt eydnast at rudda so væl og virðiliga fyri loysingini, at tað nú bert er ein spurningur um tíð til Føroyar gerst ein »suverenur« statur.
Sambandsflokkurin er samstundis beindur út í politiska myrkri har hann í dag livir eina lítillátna og onkisigandi skuggatilveru uttan politiska ávirkan yvirhøvur.
Hetta var avrikið hjá teimum ortodoksu, sum við Edmundi Joensen ikki so mikið sum »kundu« kanna heimastýrislógina.
Hevði flokkurin hóast alt verið so mikið at sær komin, at hann hevði tikið skilagóða uppskotið hjá javnaðarflokkinum um setan av eini stjórnmálanevnd til eftirtektar, so var han neyvan sokkin so djúpt. ¡ henda hátt høvdu vit fingið ein harmoniskan og avbalanceraðan útvikling á Ríkisrættarliga økinum, sum øll kundu veri tjent við.
Men formaðurin sýtti fyri at taka móti tilboðnum um at fáa upplýsingar, tá kunnleiki og vitan í hansara hugaheimi onkusvegna kundu hava skaðilig árin á óspiltu sálina.
Jú, soleiðis roynast álitismenn, sum skulu slóða fyri og tryggja ríkisfelagsskapin inn í næsta ártúsund!
Synd og spell, at hesin flokkur sum hevði so nógv gott í sær, skuldi fara so illa.