Terji Nielsen
úr Reykjavík
Vit hava mangan hoyrt, at vit í Føroyum eiga at gera meira við at skipa fyri ráðstevnum, fundum og líknandi.
Nú er so komin ein fyritøka, sum fyrst og fremst tekur sær av at skipa fyri slíkum tiltøkum. Tað er fyritøkan Glitnir, sum Kára Heinesen eigur. Glitnir er í løtuni við á Vest Norden Travel Mart í Reykjavík.
Søgan
Glitnir byrjaði at virka í Mai mánaða í ár. Kára Heinesen sigur, at hon roynir at byrja í heilt smáum, og tískil hevur hon ikki brúkt nakað stórvegis av peningi til marknaðarføring. Enn er hon einsamøll, men hevur sjálvsagt nógv samstarv við ymisk lið í ferðavinnuni, sum hon brúkar, tá ið hon hevur tiltøk, so sum ráðstevnur.
Tað einasta, sum Glitnir higartil hevur gjørt av slíkum, er, at fyritøkan hevur fingið sær eina heimasíðu á internetinum. Hetta er jú eisini eitt slag av marknaðarføring, og Kára Heinesen sigur, at fyri fyrst verður hetta teirra háttur at marknaðarføra seg.
Við so stuttari tíð á baki, er tað eyðsæð, at Glitnir ikki hevur havt tað stóra at gjørt, tí øll nýggj virkir skulu jú helst hava eina byrjunartíð, har man fyrst og fremst roynir at gera vart við seg, so at navnið gerst kent millum tey røttu fólkini.
Tó so, fyrr í ár skipaði Glitnir fyri einari stórari tannlæknaráðstevnu, sum varð hildin í Føroyum, og eftir hvat Sosialurin frættir, so eydnaðist hetta bara heilt væl.
Ikki bert ráðstevnur
Sambært Káru Heinesen ætlar Glitnir sær ikki bert at skipa fyri ráðstevnum. Hon sigur, at fyritøkan eisini kann taka sær av sokallaðum incoming-arbeiði, tað vil siga skipa fyri útferðum, bíleggja gistinar og annað, sum ferðamaðurin hevur tørv á, tá ið hann vitjar Føroyar. Kára Heinesen hevur sjálv drúgvar royndir úr ferðavinnuni, og tískil skuldi hon havt allan førleika og kunnleika, sum krevst, um ein skal standa fyri einari slíkari fyritøku, sum Glitnir er.
Navnið er úr Guðalæruni
Tað eru óivað fleiri, sum spyrja seg sjálvan, hvat navnið Glitnir merkir. Sosialurin spurdi Káru Heinesen á básinum á Vest Norden Travel Mart. Kára segði, at vit eru jú norðurlendsk, og tí helt hon eisini, at vit skuldu halda okkum til okkara norðurlendska samleika. Hon er troytt av, at vit altíð skulu brúka ymisk ensk nøvn, tá ið skulu finna nøvn til nýggjar fyritøkur. Í Norrønu Guðalæruni var tað so, at tá ið menn vóru ósamdir, so vóru teir kallaðir til fundar ístaðin fyri at stríðast við vápnum, og tann høllin, sum var brúkt til hesar fundir, nevndist Glitnir.
Hevur fingið fleiri fyrispurningar
Á Vest Norden Travel Mart er Kára við á básinum hjá Toru Tourist Traffic. Hon vildi ikki fáa sær bás sjálv, tí hon vil fyrst finna út av, um hon fær nakað burturúr av at verða við á einari slíkari sølustevnu. Kára sigur, at hon hevur fingið fleiri fyrispurningar á stevnuni, og tískil er tað ikki óhugsandi, at hon fer at fáa sær sín egna bás, tá ið Vest Norden Travel Mart verður í Føroyum komandi ár.










