HB-venjarin: Vit máttu spenna bogan

Fótbóltur: Venjarin hjá KÍ vildi ikki hoyra talan um, at tað var betri venjingarstøða hjá HB, ið var orsøkin til, at hansara menn lorkaðu sigurin burtur

Ion Geolgau var bæði fegin og ikki eftir javnleikin:

? Vit mistu tvey stig, men soleiðis sum tað myndaðist, so kunnu vit eisini siga, at vit vunnu eitt móti einum sera uppsettum og væl spælandi mótstøðuliði. Útvísingin av Rúna Nolsøe var einki at siga til, men eg var sera harmur um at missa liðformannin júst í hesum dystinum. Hann hevur stóran týdning fyri okkum, og nú sleppur hann ikki at vera við, tá vit vónandi fara at tryggja okkum meistaraheitið komandi sunnudag.

Verjan hjá tykkum var ikki sørt opin fram móti endanum?

? Avgjørt. Men vit høvdu einki val. Støðan var 2-1 til teir, tá vit mistu ein mann, og í mínum hugaheimi var tað líka mikið, um vit høvdu tapt 2-1 ella kanska 4-1. Tí kroystu vit teir í vónini um, at tað fór at bera til at javna, og tað eydnaðist, men tað var sjón fyri søgn, at kostnaðurin kundi verið stórur.

HB spælararnir vóru fegnir um at hava fingið møguleika at vera við í sovorðnum fótbóltsdysti, og teir ásannaðu, at teir høvdu verið hepnir.

? Tað var stuttligt at síggja KÍ í dag. Teir spældu sera væl, og tað hevði ikki verið av leið, um teir fingu øll stigini, men vit vóru bæði drúgvir og hepnir, segði Allan Mørkøre, sum haltaði orsaka av knæskaðanum, og hann fekk undirtøku frá liðfeløgunum.

HB formaðurin, Gunnar Mohr, var harmur um, at teir ikki høvdu FM heitið við úr Klaksvík.

? Tað hevði verið nakað heilt serligt, men tað hevði verið uppaftur verri, um vit høvdu tapt. Vit høvdu ikki fyrireikað nakra FM móttøku í Havnini, men eg ivist onga løtu í, at tey, sum vóru eftir har suðuri, høvdu borið skjótt at, um vit høvdu vunnið, ella um B36 ikki hevði fingið stig, og so hevði móttøkan verið tann, sum sømir seg fyri FM vinnarum. Nú skal FM heitið vinnast á heimavølli, og við úrslitunum hjá Sumba eftir summarsteðgin í huga, so eigur tað at eydnast. Eydnast tað ikki sunnudagin, so kann Havnar Bóltfelag gott pakka saman, men sjálvandi fer tað at eydnast, sannførdi HB formaðurin seg sjálvan og onnur um.


Kropsbygnaðurin

er ymiskur

Kurt Mørkøre, sum nú hevur skorað ellivu mál í fýra dystum, var harmur um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna:

? Talan var um ein fínan fótbóltsdyst, har vit sluppu at spæla. Vit høvdu møguleikarnar at vinna, og vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki vunnu.

Jóannes Jakobsen hevur verið venjari hjá KÍ í 1996, 1997 og aftur í ár. Hann hevur verið væl dámdur, og primitivu útsøgnirnar hjá onkrum hissini áskoðarum har norðuri um, at tað er samansvørjing millum havnarmenn, sum er orsøkin til, at tað hesi árini ikki hevur gingið so væl móti HB, sum vann 2-0 í Klaksvík í fjør og 1-0 í fyrraárið, lata vit fara aftur við borðinum.

? Eg eri sera harmur um, at tað ikki eydnaðist í dag. Vit høvdu møguleikarnar til at fáa øll stigini, men vit gera sama mistakið, sum vit hava sæð so ofta í ár, altso at vit detta alt ov langt aftur á vøllin í 2. hálvleiki, og so fáa vit ikki samanspælið í lag, sum akkurát í sovorðnum støðum sum fram móti endanum í dag er av so stórum týdningi.

Tað eru tey, sum siga, at hetta er soleiðis, tí spælararnir ikki orka nóg væl?

? Tað er ikki orsøkin. Móti HB hava vit ávísar kropsligar trupulleikar, men tað hevur einki við konditiónina at gera, men tað er heldur slagið av fótbóltsspælarum, sum er ymiskt. HB hevur nógvar spælarar, sum eru stórir og sterkir, meðan vit hava heilt fáar av tí slagnum. Í summar hava vit eisini sæð okkara spælarar taka seg aftur í 2. hálvleiki í dystum, har teir hava verið frammanfyri við nógvum málum, t.d. móti TB, sum vit vunnu 10-0 móti. Eingin fer at siga, at vit ikki hava betri konditión enn TB spælararnir vístu seg at hava, tá teir vóru í Klaksvík.

Venja tit nóg nógv?

? Í síðstuni hava vit vant tríggjar ferðir um vikuna, og vit hava vant intensivt. Eg haldi ikki, at vit undir verandi umstøðum kunnu venja stórt meiri enn tað. Flestu spælararnir hava arbeiði og eru familjumenn, og tað er týdningarmikið fyri fótbóltsavrikið, at tað er pláss fyri familjuni og arbeiðnum.

Tað er greitt, at Ion Geolgau verður venjari hjá HB komandi ár. Tað er ikki greitt, hvat Jóannes Jakobsen skal gera komandi ár og hvør skal vera venjari hjá KÍ í 1999.